Deyðadóm fyri Bostonbumburnar

Maðurin handan yvirgangsálopið móti Boston marathonrenningini, varð í dag dømdur til deyða.

Annar teirra, sum gjørdi bumburnar, ið brustu skamt frá málstrikuni undir Boston marathonrenningini, er í dag dømdur til deyða av amerikansku dómstólunum. Talan er um 21 ára gamla Dzhokar Tsarnaev. Eldri beiggi hansara, Tamerlan Tsarnaev, doyði í skotbardaga við løgregluna, tá teir báðir royndu at flyggja eftir atsóknina.

 

Trý fólk doyðu og 264 vóru løstaði, tá tvær bumbur brustu nær málstrikuni. Dzhokar Tsarnaev hevur alla tíðina sagt, at tað var eldri bróðirin, sum legði atsóknina til rættis, og hevur tí sjálvur noktað seg sekan.

 

Tó so, fyri kortum tosaði hann fyri fyrstu ferð alment um atsóknina, og bað tá um umbering fyri tann deyða og skaða, hann hevur verið atvoldin til. 

- Eg ynski at biðja ofrini og tey, ið yvirlivdu, um umbering. Eg eri keddur um tey lív, eg havi tikið, og tann skaða, eg var atvoldin til. Eg biðji Allah um náði fyri meg, bróður mín og mína familju. Eg ynski at biðja Allah um fyrigeving, segði Dzhokar Tsarnaev, sum í dag alment fær sín deyðadóm.