At fólk kunnu bíða leingi eftir skurðviðgerðum, er ikki ókent, hvørki her heima í Føroyum, ei heldur í øðrum londum.
Herfyri fekk ein norðmaður úr Sandnes bræv um at møta til skurðviðgerð á sjúkrahúsi. Men trupulleikin var, at tá brævið kom, var maðurin deyður, 78 ára gamal.
Knud Utne, sum maðurin kallaðist, doyði nevniliga hin 19. desember í fjør, eftir at Haukeland Universitetssjúkrahús i Bergen hevði útsett skurðviðgerðina, sum hann bíðaði eftir, fleiri ferðir.
Tað skrivar norska blaðið VG.
Brævið við innkallingini til skurðviðgerðina kom sama dag, sum maðurin varð jarðaður.
- Tá eg sá brævið, helt eg, at hetta var ein umbering - ein umbering fyri, at maður mín ikki hevði fingið sína skurðviðgerð fyrr. Eg fekk eitt sjokk, tá eg sá, at hetta var ein nýggj innkalling til skurðviðgerðina, sum tey høvdu útsett fleiri ferðir áður, sigur kona hansara.