Hann liggur langur og hvítur á Sandinum í Sørvági, og henda var sjónin sunnumorgunin, tá ið sørvingar vaknaðu. Tað er ikki lætt at síggja, hvat hetta er fyri ein hvalur, um tað er ein finnhvalur ella bláhvalur, men hann verður mettur at vera einar 12-15 metrar langur.
Tá ið Sosialurin ringdi til vakthavandi á Vaktartænastuni vóru boðini um hvalin longu komin. Men sum veðurtíðindini eru nú, verður helst einki gjørt við at fáa hvalin av aftur Sandinum teir fyrstu dagarnar.
»Tjaldrið« er á sleipistøð, so tað verður vaktarskipið »Gorm« sum skal sleipa hvalin út á hav. Vakthavandi á Vaktartænastuni metir, at hvalurin má sleipast einar 15 fjórðingar úr landi, so hann ikki rekur inn aftur.