Deyður bilførari rendi á

Við einum deyðum førara við róðrið rendi ein bilur inn í ein skrivstovubygning tætt við Aalborg í dag Ekstrablaðið skrivar, at bilurin hevði so nógva ferð, at hann stóð millum 30 og 35 metrar innan fyri útveggin, tá hann endiliga steðgaði. Tá var bilurin farin ígjøgnum tvær glashurðar.

Til alla lukku vóru starvsfólkini á skrivstovuni inni í sínum rúmum og í einum fundarrúmi, og tí vóru eingi fólk í ganginum, sum bilurin koyrdi ígjøgnum.

Løgreglan í Aalborg sigur, at bilførarin, ein eldri maður, var deyður av hjartasteðgi, meðan hann koyrdi ímóti skrivstovubygninginum.