Deyður av skallabroti

Maðurin, sum varð funnin deyður millum Fuglafjørð og Kambsdal sunnudagin, er deyður av skallabroti.

 

Tað veit Kringvarp Føroya at siga í dag.

 

Hildur Hentzei, kanningarleiðari greiðir Kringvarpinum frá, at maðurin er farin til gongu eftir gamla vegnum móti Gøtu. Á vegnum er hann dottin og hevur fingið opið skallabrot. Síðani er hann dottin oman í Breiðá og borin á sjógv av ánni.

 

Maðurin var 47 ára gamlan mann. Tey avvarðandi boðsendu løgregluni, tá maðurin ikki kom heim leygarkvøldið. Sunnudagin varð hann so funnin við Breiðá.