Deyðsvandi lúrir á parkeringsplássi

- Vit hava fleiri ferðir vent okkum til Runavíkar kommunu um at gera okkurt við grótbrotið omanfyri parkeringsplássið hjá okkum, men enn er ikki nóg mikið gjørt til tess at tryggja, at grót ikki loysnar úr beninum og kemur oman á parkeringsøkið, sigur Elin á Torkilsheyggi, dagligur leiðari í matvøruhandlinum Brotinum í Saltangará

Vandi

 

Fyri einari viku síðan vendi ein lesari sær til Sosialin og segði seg hava myndir av gróti, sum er loysnað úr beninum omanfyri Brotið í Saltangará og er dottið oman á parkeringsøkið hjá stóra matvøruhandlinum.

- Her eru steinar raplaðir og eru komnir heilt út á parkeringsplássini, har bilar plaga at standa. Onkur steinur er so stórur, at maður neyvan hevði lyft hann. Eg meti, at hesin eini steinurin vigar meira enn 200 pund. Rakti hann fólk, sum gingu á parkeringsplássinum ella fólk, sum sótu í bili, høvdu tey ongan kjans havt. Eisini teir smærru steinarnir, sum eru loysnaðir úr beninum og eru dotnir út á parkeringsøkið, kundu gjørt av við fólk.

Soleiðis sigur lesarin, sum uttan at hava skil fyri, hvussu eitt slíkt

benið annars eigur at síggja út, heldur, at nógv leyst grót hongur uppi í ”berginum” omanfyri parkeringsøkið.

- Eg dugi ikki at síggja nakra verju, sum kann gera, at møguligt leyst grót ikki dettur niður úr beninum og út á parkeringsøkið, segði lesarin, sum vendi sær til Sosialin.

Hann leggur aftrat, at spor eisini síggjast eftir stóra steininum, sum er dottin ovast úr beninum á myndini, ið lýsir, hvussu umhvørvið sær út.

- Stór spor eru eisini í asfaltinum undir berginum, segði hann.

 

Ein trupulleiki

Elin á Torkilsheyggi, sum er dagligur leiðari í matvøruhandlinum Brotinum í Saltangará, sigur, at tað ikki er óvanligt, at smásteinar loysna niður úr beninum.

- Men hetta er ógvusligasta hending, síðan eg byrjaði her fyri 12 árum síðan, leggur hon aftrat.

Elin sigur, at tað er Runavíkar kommuna, sum hevur ábyrgdina av, at benið er trygt, og hon hevur fleiri ferðir vent sær til kommununa við málinum, tá smásteinar eru komnir niður á parkeringsøkið.

- Nú hava teir so aftur verið her og hava tikið myndir, sigur hon.

Dagligi leiðarin sigur, at tað serliga hevur verið norðara ”nøsin”, tá tú kemur niðan móti parkeringsøkinum, sum hevur verið ein trupulleiki, men her hevur kommunan syrgt fyri, at hesin parturin er betri tryggjaður ímóti, at leyst grót ikki kemur oman á parkeringsøkið.

- Vit gjørdust rættiliga kløkk hendan morgunin, sum grótið var komið niður náttina fyri. Eg havi leingi sagt við genturnar, sum arbeiða her og eisini við viðskiftafólk, at tey skulu ansa eftir, hvar tey seta bilarnar, sigur Elin á Torkilsheyggi, sum harmast um, at ein endalig loysn enn ikki er fingið á hesum trupulleika, sum tey hava á parkeringsplássinum omanfyri stóra og nógv vitjaða matvøruhandilin.