Deyðstíttleikin kann verða heilt upp í 100%

Fuglakrím er ein virussjúka, sum tilvildarliga hevur stungið seg upp kring um heimin og er kend heilt aftur til 1878

Fuglakrím

Fuglakrím  ella aviær influenza, sum sjúkan verður rópt á donskum, er ein smittandi virussjúka hjá fuglum, sum kann elva til, at heilir flokkar av høsnum doyggja. Tað merkir, at deyðiligheitin kann verða heilt upp til 100%.
Fuglakrím er ein virussjúka, sum tilvildarliga hevur stungið seg upp kring um heimin og er kend heilt aftur til 1878.

Øll fuglasløg
Øll sløg av fuglum kunnu verða rakt av sjúkuni, men ógvuliga ymiskt er, hvørji fuglasløg eru mest sárbar.
Sjúkan er best kend millum høsn og kalkunir, meðan sjófuglur tykist vera munandi meira mótstøðuførur.
Fuglakrím stendst av "influenza-A-virus", sum hoyrir til orthomyxvirus-familjuna. Tað vísir seg, at virusið, sum er tað mest sjúkuelvandi, er funnið í sløgunum H5 og H7.

Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkennini eru ymisk eftir umstøðunum, og tí er ógvuliga torført at siga, um talan er um fuglakrím.
Deyðstíttleikin er stórur, eggjaframleiðslan steðgar, trupulleikar eru við andadráttinum, eygnabruni við útfloti, vætusamling í høvdinum og blóðsamling kunnu vera tekin um fuglakrím.