Deyðssjúk fáa ikki longur náttarhjálp

-Eg havi ongantíð upplivað so ógvusligar sparingar. Tað sigur Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, nú uppsagnir, styttri arbeiðsdagar og færri tænastur merkja Heimatænastuna. -Tað er álagt Heimatænastuni at spara 1.3 mió. krónur tað, sum eftir er av árinum, og tí mugu ógvuslig sparitiltøk setast í verk, sigur Mary í Garði.

Hetta merkir millum annað, at fleiri tímalønt starvsfólk missa sínar tímar, kvøldvaktirnar verða styttar við einum tíma, og ússalig fólk fáa ikki longur vitjan av heimahjálp um náttina.

-Tað eru 22 fólk í Suðurstreymoyarøkinum, sum vanliga fáa vitjan upp til tríggjar ferðir um náttina av heimahjálpum, men tað steðgar í nátt, sigur Mary í Garði.

Hetta er ein tænasta, sum verður nýtt kring alt landið, men sum nú verður spard burtur.

Tó kunnu tey, sum eru serliga illa fyri ringja til Heimatænastuna um neyðugt.

-Vit kunnu ikki fara út um tað, sum er forsvarligt, sigur Mary í Garði.