Óli stjórnaði hesi farsuni av einum búskaparpolitikki, sum hevur fingið sín íblástur frá Friedman og øðrum frøðingum, hvørs ástøði og hugsjónir serliga eru royndar í londum, har hermegin og fascistisk junta hevur tikið ræðið og fólkaræðið er parkerað. Og sigast má, at sveiggj eisini eru í búskaparliga hugsanarháttinum hjá Breckmann, alt eftir hvørjum samstarvað verður við. Í tvey ár royndu vit í sínari tíð í góðum samstarvi at tálma og nartla sum frægast burturav útreiðslunum í fíggjarnevndini, og nú sigur hesin sami maður orðarætt endurgivið, at: “Konjunkturar sveiggja altíð og regulera seg sjálvar.” Kanska hevur hann lisið Fúrstan hjá Machiavelli somikið væl, at hann við aldrinum er farin at savna seg meira um valdið enn um hugmyndirnar. Og hesum er hann sloppin so makaleyst framat, undir tí sum gongur fyri at vera ein javnaðarstýrd heimastýrisstjórn.
“Megna tit ikki at skekla deyðspaktina sundur, so gongur heilt galið áðrenn langt umlíður, serliga hvat búskapinum viðvíkur”, segði ein vælkendur og góður politiskur eygleiðari nú ein dagin. Ein samanrenning av Javnaðar- & Fólkaflokkinum, tað sum onkur ungur socialdemokratur nú er farin at rópa fyri miðleingjan í føroyskum politikki, er deyðspaktin. Sjunturin á tjóðskaparpolitikkinum verður settur á null, ella á minus, sum í hesum førinum, og fíggjar- & búskaparpolitikkurin flýtur, sum hann vil sjálvur. Samsvarandi lex Breckmann skal tað vera so, hann konkretiserar tað so væl sjálvur, í greinini um tarvin í glashúsinum – Magna Laksáfoss. Fyri Bárð og Óla var tað enntá ikki nógmikið við einum fríum flowi, teir skrúvaðu uppá termostatin, nakrar skattagradir, soleiðis at dynamikkurin í nýtsluni vaks ótálmað, og úrslitið er hall á handilsjavnaðinum, sum kjálkar upp ímóti milliardini. Hetta er einasta úrslitið av asosiala umfordeilingspolitikkinum, sum er rikin umvegis ørandi skattalættar til teirra, ið høvdu nógmikið frammanundan. So sera óbíbilskt situr hin svangi svangari á bríkini eftir hesa primitivu og fascistoidu stjórnan, við næstan einasta amboðnum sum til er, at grava gryvjarnar djúpari og víðari ímillum samfelagsins ymsu lønarbólkar. Jóannes sær sjálvandi onki, nú tað er vorðið eitt mantra hjá honum, at klassakampurin er deyður.
Andstøðan, og serliga Tjóðveldisflokkurin, hevur frá fyrsta degi í hesum valskeiðnum ávarað um hesa skeivu gongd. Í uppskotum, talu, orðaskifti, fyrispurningum og greinum hava vit roynt at fingið hesar menninar at rakna við, at vakna til dáð, men tað hevur verið sum at slett vatn á gás. Vit hava víst á skeivleikar og sett alternativ uppskot fram um fíggjarlóg, búskapargrunn, rentustuðulsskipanina, skattapolitikkin, fiskidagaskipanina, betran av korunum hjá tí veikara partinum av samfelagnum, viðurskifti viðvíkjandi kommunu-búskapinum o.s.fr. Tangodansurin helt bara fram, og ongin hoyrdi, at ensemblið var farið at spæla heldur falskt sum frá leið. Jóannes og Óli høvdu Bárð ímillum sín á dansigólvinum og eisini hann tóktiskt at vera stokk tónadeyvur.
Sum snarljós frá heiðum himli rennur ein øgismikil tarvur inn á arenuna. Blóðið er á kókinum. Óli P. rakti í solar plexus við síni frálíku tekning í Sosialinum. Og eftir at tarvurin – Laksáfoss – hevði skrætt reyvina úr silkibrókunum á matadorinum – Jóannesi – vóru Óli og Jørgen snarir í vendingini, og sum tveir ágrýtnir toreadorar høgdu teir til við hvør sínum tveimum banderillas. Picadorarnir – Kristian og John – sita helst á hestbaki uttanvert myndina og passa sær løgir at stinga við sínum lansum. Matadorurin tykist tó at fáa tamarhald á støðuna eftir íðnu royndina hjá Fólkaflokkinum at trevsa Magna. Hann gongur heldur hjartkiptur og hámur fram ímóti honum við sínum reyða dúki, la muleta, og spurningurin, ið lesarin situr eftir við er sjálvandi, um hann velur at stinga hann niður ímillum herðabløðini við sínum hvassa svørði – ella, um hann letur hann sleppa. Tað tosast neyvan við eina urkraft av hesum slagnum. Kanska fara vit at frætta meira um tann partin av tarvadystinum onkran av døgunum.
Tey flestu spyrja, hvat ið er á vási. Hevur Laksáfoss klossað gevaldiga í tí, ella hevur hann rættiliga traðkað í spinatið onkursvegna?
Hvørki. Trupulleikin er hann, at maðurin í mun til undanmannin, er ein hóttan fyri deyðspaktina. Sjónligasta symptomið er, táið Kristian Magnussen gnístur sum ein skáldaður grísur, eftir at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðar frá, at hann ætlar at gera nakrar sosialar stillingar í asosiala skattapolitikkinum, sum higartil hevur verið rikin. Ikki talingur um. Tolir maðurin ikki roykin í fólkafloksbakarínum, so má hann heldur sleppa sær til rýmingar, sigur formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins. Óli, í sínum lagi sigur, at løgmaður og Kaj Leo Johannesen mega fáa Laksáfoss at halda tátt, soleiðis at hann ikki órógvar arbeiðslagið inni í fólkafloksbakarínum.
Skyldmaðurin úr Klaksvík brúkar nú bara sítt góða vit og sín ástøðiliga førleika frá lærdum háskúlum til at siga hesum monnum frá, at hitin og roykurin í bakarínum er vorðin so nógvur nú, at roykalarmarnir slókna ikki uttan so at battarí´ini verða tikin burtur, verða gjørdir óvirknir. Hann ætlar undir ongum umstøðum at vera partur av hesum deyðadansinum hjá deyðspaktini.
Og tað paradoksala er, at hann í grundini sigur tað sama sum Búskaparráðið, har hann sjálvur var limur, og Tjóðveldisflokkurin hava sagt frá fyrsta degi í hesum valskeiði. Og í eini kronikk í Sosialinum slær hann fast, at:
tað var eitt mistak, at búskapurin ikki var tálmaður longu fyri árið 2007.
stórt hall er á handilsjavnanum.
ovurstórt trýst er á arbeiðsmarknaðinum.
ognin hjá føroyingum uttanlanda verður mett at vera minkað við umleið 4 milliardum krónum síðani 2004.
Róð verður framundir at gjaldsjavnin helst eisini hevur fingið slagsíðu á skeiva borðið.
Samsvarandi hesum ætlar maðurin við ábyrgdini fyri landsins finansum at gera nakrar neyðugar reguleringar, ið kunna tálma afturvendandi sveiggjunum í føroyska búskapinum. Fyri at fáa ein javnari og skilabetri búskap. Tað sum øll vilja, men sum ongin í hesi samgonguni hevur vilja gjørt nakað við, táið tað er meira idylliskt at sita flógvur og heitur inni við ovnarnar á bakarínum, hóast vandin fyri at kódna í roykinum gerst alsamt størri fyri hvønn dag sum gongur. Behagiligheitin er ringur politiskur fylgisveinur, og kann forkoma sjálvt tí stórsta flogvitinum.
Nú hildu vit, at Magni hevði kíkað øllum á einum samgongufundi fyri kortum. Sum skilst er tað ein sannleiki við rúmligum modifikatiónum. Deyðspaktin man hava spunnið nakað væl um fundin. Og fær hann ikki hasar fýrarnar at makka rætt kortini, so kundi tað meira enn so hent seg, at hann hevur ein alternativan meiriluta aftanfyri seg í parlamentarisku skipanini. Soleiðis kann paktin eisini skeklast sundur. Og í tjóðskaparpolitiska stríðnum er ongin munur á teimum trimum samgonguflokkunum í dag. Um Javnaðin og Fólkaflokkin kann sigast, sum maðurin segði um óargaligu tvíburðarnar á sinni: Tann frægari er verri. Kanska hevur Sambandið tikið tétin í so máta, teir tosa um ikki annað um sjálvberandi búskap, eitt hugtak sum er sjálv ræðslan hjá paktini. Tí tá fungerar hon ikki longur. Lívslunnindini eru burtur og ongin ríkisveiting er at fordeila til ymsar veggir. Eftir spillunarfrymlinum hjá donskum stjórnarmonnum eftir stríðsárini seinru.
Óli og Jóannes dansa enn í takt á stjórnargólvinum. Stevið er tó farið at bila eitt sindur, serliga eftir at Bárður fekk politiskan kolikk og mátti takast úr samfelda fangi teirra, og nú vórðu góð ráð dýr hjá Edmundi og Jóhan. Teir royndu fyrst fintuna við Kaj Leo. Hon eydnaðist til sítt brúk. Síðani grýttu teir Magna upp í fangi ímillum teir báðar løgmann og sjefideologin við cigarini, og so balstýrin hann er, mistu teir hin nýkomna á gólvið, og skjótt kundi hann siga teimum tað sama sum drongurin í ævintýrinum, at hann sá bara tveir trøllvaksnar menn dansa tango - spillnaknir á dansigólvinum úti í Tinganesi.
Nú verður spennandi at vita hvat forfeingileigheitin sjálv fer at taka sær fyri seinri í vikuni, í evstu royndini at bjarga deyðspaktini, sum er sjálvt grundarlagið undir taburettini, sum kennist so fjálg, flógv og fløðandi. Hvørja leið samfelagið fer er undirordnað, um klassamunurin verður settur í system ígjøgnum asosialar skattligar strukturbroytingar er eitt feitt. Um samfelagið verður stjórna búskaparliga út av eggini, er ikki okkara men fólksins problem. Tað er sum hjá Fúrstanum, tað snýr seg bara um mítt og okkara vald. Hesin dance makabre kann ikki halda fram leingi afturat. Tað tolir hvørki samfelag ella fólk. Tí átti val at verið útskrivað í stundini. Áðrenn ruðuleikin gerst fullkomin, og upptakið tað minni.










