Í gjár høvdu varð líkið hjá Alexander Dale Oen kannað, men enn eru læknarnir ikki komnir fram til nakað úrslit, sum kann siga, hví hann mánadagin brádliga doyði. Hesum boðaði James Jackson umboðandi løgregluna í Flaggstaff, Arizona, frá á tíðindafundi í gjár.
Royndu í ein tíma
Tað var kl. 19.50 lokala tíð mánakvøldið, at liðfelagar hjá Alexander Dale Oen gjørdust varugir við, at hann hevði nýtt ógvuliga langa tíð á vesinum undan einum fundi, teir á liðnum skuldu hava. Teir róptu eftir honum á vesinum, men tá ið teir einki svar fingu, brutu teir inn og funnu hann lívleysan.
Teir royndu at fáa lív í hann og eftir 6-7 minuttum var sjúkrabilur á staðnum. Læknar royndu alt teir vóru mentir at bjarga lívi hansara, men eftir ein tíma uttan úrslit máttu teir staðfesta, at Alexander Dale Oen var deyður.











