Deyðshóttan ímóti Defoe

Fremherjin Jermaine Defoe hevur sagt alment, at hann vil sleppa aftur til Tottenham at spæla. Og tað øll kring felagið Portsmouth ikki so fegin umat hoyra. Illir fjepparar hava ringt við deyðshóttanum ímóti Defoe. - Eg veit ikki, hvussu tey hava fingið mítt telefonnummar, men eg havi fingið ilt í búkini av hóttanunum, sigur Jermaine Defoe. Prísurin fyri framherjan skal verða 150 milliónir krónur, og umframt Tottenham sigast Juventus og Manchester City eisini verða áhugað í honum.