Deyðsfall skal kannast

Myndugleikarnir í Brasil eru eftir áheitan úr Noregi farnir at kanna, hvat veruliga hendi, tá skiparin á einum norskum tangaskipi bleiv funnin druknaður týsmorgunin.

Tangaskipið "Bov Viking" var á veg til brasilska býin Suape. Á midnátt skuldi ein loðsur koma umborð, men tá manningin rópti á skiparan uppi á brúnni, svaraði hann ikki. Tað vísti seg, at tann 56 ára gamli Are Willy Falmår var ikki at finna umborð, og stýrimaðurin gjørdi tí av at venda og at leita eftir honum. Tíðliga um morgunin komu teir fram á líkið.

"Bov Viking" liggur nú í Suape, og brasilsku myndugleikarnir hava sett skipinum og manningini forboð fyri at fara haðani, fyrr enn málið er kannað. Sambært Dagsavisen dugir eingin av manningini at siga, hvussu skiparin endaði uttanborðs. Reiðaríið Odfjell eigur "Bov Viking", og Are Willy Falmår hevði siglt hjá reiðarínum síðani 1989.