Deyðsfall skakar italskan fótbólt

Seria B dysturin millum Pescara og Livorno fekk ein brádligan enda, tá Piermario Morosini datt lívleysur niður í vøllin. Felagið boðar frá, at 25-ára gamli spælarin er deyður.

 

Tað var aftaná ein hálvan tíma í dystinum millum Pescara og Livorno, at Piermario Morosini brádliga small í vøllin. Hann varð koyrdur á sjúkrahús, men tað hevur ikki eydnast at fáa lív í hann aftur. BBC skrivar at talan er um ein hjartasteðg.

 

Ein líknandi hending skakaði Ongland fyri kortum, tá Bolton leikarin, Fabrice Muamba, fekk ein hjarta steðg í einum FA Cup dysti móti Tottenham.

 

Italska fótbóltssambandið hevur fyribils avlýstar allar dystirnar í Seriu A og Seriu B hetta vikuskiftið.

 

25-ára gamli Piermario Morosini var útleigaður frá Udinese og hevur millum annað eisini spælt á italska U-21 landslinum.