Deyð rappstjørna gevur fløgu út

Hóast Tupac hevur verið deyður í 12 ár gevur hann aftur eina nýggja fløgu út ? hesu ferð við hjálp frá Eminem.

Tað tykist at vera endaleyst av tilfari eftir frá Tupac Shakur, hóast hann fyri nógvum árum síðani hevur latið lív.

Síðan harðliga deyðan í 1996, eru seks fløgur komnar út í navninum Tupac, og nú er sjeynda fløgan á veg.

 

Á nýggju fløguni verða sangir hjá Tupac, ið ikki eru givnir úr áður. Nakrir av heimsins størstu hip-hop tónleikaframleiðarunum fara at syrgja fyri, at bæði rútma og lív verður í fløguni.

 

Talsmenn fyri Interscope Records og mamma Tupac, Afeni Shakur, vátta, at Eminem fer at framleiða eitt av løgunum á nýggju fløguni.