Mikudagin var ein spreinging umborð á yvir 300.000 tons stóra tangaskipinum - Zoya 1 - sum síðan 2018 hevur ligið fyri akkeri umleið 21 sjómíl í ein útnyrðing úr býnum Sharjah í Sameindu Emiratunum. Eftir spreingina kom eisini eldur í skipið.
Hendingin hevur havt nógv álvarsligari avleiðingar enn hildið varð í fyrstani.
Sambært upplýsingum hjá The Federal Authority for Land and Maritime Transport, doyði tvey sjófólk av spreingini, og haraftrat fingu tvey fólk álvarsligan skaða.
Sambært lokalum miðlum vóru 55 fólk umborð á stóra tangaskipinum, tá spreingingin var, og eldur kom í skipið. Av hesum 55, vóru bara 12 fólk manning á skipinum. Umframt tey deyðu og løstaðu, eru 10 fólk saknað.
Sambært vesseltracker.com var tað ECB International, sum átti skipið í 2018, og sum skilst var eingin hýra goldin manningini, sum tá taldi 16, í fleiri mánaðir. Sambært fyriliggjandi frágreiðingum fór manningin av skipinum á sumri í 2018.
Eitt filmsbrot, sum er tikið í stórari fjarstøðu frá skipinum, vísir svartan royk upp úr skipinum. Zoya 1 liggur ikki langt, haðani seks tangaskip vórðu álopin í fjør, men higartil benda ongar frágreiðingar á, at talan í hesum førinum er um álop.
Um hesa leinkju sæst tangaskipið - https://www.youtube.com/watch?v=kjS9V7pVGOE&feature=youtu.be