Deyðir grikkar fáa fólkapensjón

Kanningar í Grikkalandi vísa, at fleiri túsund grikkar fáa fólkapensjón, sjálvt um teir doyðu fyri fleiri árum síðani. Stjórnin er farin undir eina herferð ímóti óskilinum, sum stjórnin lýsir sum skipað svik, ið kostar tí almenna fleiri milliardir krónur um árið.

Undir kanningunum eru myndugleikarnir komnir fram á meiri enn 9.000 fólk, sum skuldu verið meiri enn 100 ár, um tey eru á lívi. Í hvussu er fáa meiri enn 4.500 teirra fólkapensjón enn, men myndugleikarnir eru sannførdir um, at nógv tey flestu eru deyð, og at summi hava verið deyð í fleiri ár.

Grikkaland er í svárum fíggjarligum trupulleikum, og stjórnin hevur fingið boð frá ES og IMF um at spara alt, sum kann sparast.