Palestinar vilja nú hava eina altjóða nevnd at kanna, um gamli leiðari teirra Yasser Arafat doyði av eitran, soleiðis sum tíðindini vildu vera við í gjár.
Arafat doyði á einum fronskum sjúkrahúsi í 2004.
Francois Bochud, sum er leiðari á einari rannsóknardeild á lærda háskúlanum í Lausanne í Sveis, segði við al-Jazeera í gjár, at rannsóknarfólk hansara hava funnið rættiliga nógv av evninum plutonium á ognum og klæðum hjá Arafat. Tað hevur fingið fleiri at halda, at Arafat doyði av plutoniumeitran.
Í november í 2006 doyði tann 43 ára gamli russiski njósnarin Alexander Litvinenko av plutoniumeitran á einum sjúkrahúsi í London. Áðrenn hann doyði, segði hann, at russiskir agentar høvdu eitrað hann, tí hann hevði funnist hvassliga at Vladimir Putin, forseta.