Deyðarevsingin má avtakast

Eyga fyri eyga ella Ger móti øðrum, sum tú vilt onnur skulu gera móti tær?

Viðmerking
Annika Sølvará, forkvinna Amnesy International Føroya Deild

Sjálvan mannarættindadagin, 10. desember, vóru Jerry McCracken og Desmond Carter tiknir av døgum við eiturinnspræning. Hetta vísir tððuliga, hvørja støðu USA hevur til mannarættindi og frælsi. Sama land, sum krevur, at onnur skulu halda mannarættindini, er sjálvt eitt av størstu syndarunum, tá talan er um at virða tað mest grundleggjandi rættindi: rættin til lív. Bara hesar fyrstu dagarnar í jólamánaðinum hevur USA avrættað 7 fólk og ætlanir um aðrar 4 avrættingar fyri jól.
Hetta hendir, samstundis sum meira enn helvtin av londunum í heiminum hava valt ikki at nðta deyðarevsing longur. Tey hava staðfest, at deyðarevsing ikki kann sameinast við virðingini fyri mannarættindum, at hon heldur ikki virkar avskrekkjandi og at tað er ein eyðsðndur vandi fyri, at ósek fólk verða tikin av døgum.
USA krevur at sleppa at seta altjóða politisku dagskránna, tá talan er um at verja mannarættindini, eitt nú í sambandi við Irak og Kina. Sama landið hevur síðani 1977, tá deyðarevsingin varð tikin uppaftur, avrættað 817 fólk. Bara í ár eru higartil 68 fólk tikin av døgum: 1 í elektriska stólinum, 67 við eiturinnspræning.

Á deyðsgongini í Louisiana situr Ryan Matthews á sætta ári. Hann er dømdur fyri morð, framt tá hann var 17 ár. Hann er sambært amerikanskari lóg ov ungur til at verða við í einum nevningatingi, eins og tað, sum dømdi hann til deyðis. Hann er eisni ov ungur til at sleppa at síggja eina avrætting framda. Men hann er ikki mettur at vera ov ungur til sjálvur at verða dømdur og avrættaður, meðan fólk sita og hyggja at. USA stendur fyri tveimum triðingum av øllum avrættingum av ungdómsbrotsmonnum seinastu 10 árini. Í 2002 eru 3 ungdómsbrotsmenn tiknir av døgum í USA.
Síðani 1990 hava 191 lond ratifiserað Barnarættindakonventiónina, sum er ein av konventiónunum, sum forbjóðar deyðarevsing fyri brotsverk framd, áðrenn brotsmaðurin fylti 18 ár. Bara Somalia og USA hava ikki skrivað undir.
Í ein røðu á ST-aðalfundinum herfyri um Irak tosaði Bush forseti um ?brotnar avtalur?, um ST samtyktir sum verða ?einvíst undirgrivnar? og um ynskið hjá USA, at ST-felagsskapurin skal vera ?effektivur, virdur og úrslitagóður?. Amnesty International hevur í frágreiðing um deyðarevsing í USA víst á, at avrættingin av ungdómsbrotsmonnum er líka álvarsligt brot á avtalur, virðingin fyri samtyktum er líka lítil og virðingin fyri ST og altjóða rætti undirgrivin á sama hátt.

Síðani 1973 hava fleiri enn 100 deyðadømdir fangar fingið dómin umstoyttan og eru leyslatnir, tí nðggj prógv hava víst, at teir ikki vóru sekir í teimum ákærum, teir vóru dømdir fyri. Fleiri hava sitið á deyðsgongdum í áravís og einans verið dagar frá at verða avrættaðir. Hvussu nógv ósek ikki náddu at fáa dómin umstoyttan, ber ikki til at siga.

Forsetin í Russlandi, Vladimir Putin, er leiðari í einum landi, sum fremur nógv og álvarslig brot á mannarættindini. Hann segði í juli 2001, at: ?Staturin eigur ikki at taka sær tann rættin, sum bara hin Alvaldi hevur ...at taka eitt mannalív. Tað er tí, eg við vissu kann siga, at eg eri ímóti, at Russland innførir deyðarevsing aftur.?

?Vit virða hvørt mannalív?, segði Bush forseti í røðu sínari til tjóðina 11. september 2002. Um so er, átti hann í stundini at syrgt fyri at leitt USA inn í røðina av londum, sum venda deyðarevsing bakið.


Faktaboks:
Í ársfrágreiðingini hjá Amnesty International fyri 2001 er gjørt upp, at í minsta lagi 3.048 fólk vóru avrættaði í 31 ymsum londum. 5.265 vóru dømd til deyðis í 68 londum. Kina avrættaði nógv flest fólk, í minsta lagi 2.468, helst nógv fleiri. Síðani koma Iran, Saudi Arabia og so USA á fjórða plássi
74 lond hava avskaffað deyðarevsing sum heild. Í 15 londum kann deyðarevsing bara verða brúkt í sambandi við krígsbrotsverk. Onnur 22 lond hava í verki ikki avrættað nakran seinastu 10 árini ella meira.

Áhugað kunnu lesa meira á www.deathpenaltyinfo.org og
www.amnestyusa.org/abolish/index.html

Kort yvir USA, har víst verður, hvar og hvussu nógvar avrættingar hava verið framdar síðani 1977: www.deathpenaltyinfo.org/executionmap.html