POLITKKUR
”Tórbjørn Jacobsen sigur seg vera ímóti deyðarevsing, tí tey dripnu blíva martýrar, og størsti trupulleikin við teimum er, at "hvørki riflukúlur, øks ella gálgi bíta á teimum".
- Ella sagt við øðrum orðum: Tórbjørn Jacobsen er ímóti deyðarevsing, tí tá tú fyrst hevur dripið ein brotsmann einaferð, fært tú ikki dripið hann einaferð afturat”.
Stuttligt? Tað er upp til lesararnar at døma. Í øllum er omanfyri standandi brot funnið á skemtiteiginum á heimasíðu Sambandsfloksins.
Eftir at formaður floksins, Kaj Leo Johannesen, um nýggjársleitið kom at siga, at tað var ótrúliga positivt”, at Saddam Hussein fekk tann dómin, hann fekk, valdi hann tó seinni at taka orðini í seg aftur. Men hann stóð fast við, at ”rættvísi hevði sigrað” í Irak. Hóast Kaj Leo Johannesen eisini á tingsins røðarapalli hevur kallað dómin hjá Saddam Hussein ”ótrúliga positivan”, sló hann tó í vikuni fast, at Sambandsflokkurin er ímóti deyðarevsing.
Men enn eru ikki allar súðir syftar í Sambandsflokkinum í málinum um deyðarevsing. Formaðurin í Norðoya Sambandsfelag skrivar í lesarabrævi í dag m.a., at ” Tað man vera ein løgin kensla sum IRAKiskir fólkavaldir politikarar sita við, tá teir hoyra vesturlendingar verja gomlu ilmennini í løgdu landi í oyði við at føra long og kostnaðarmikil kríggj við grannalondini.
Vit hava tíbetur avtikið deyðarevsing á okkara leiðum, tí vit hava í hálva øld liva eina friðarliga tilveru og eru signaði við friði.
Veruleikin í Irak er ein heilt annar og tí eiga vit ikki við okkara sjálvsrættvísi at siga irakiska fólkinum hvussu tey skulu skipað sína rættvísi uppgerð við fortíðina”.