Tvær kvinnur, sum gingu sær túr við hundi í fjøruni í Burfjord í Troms í gjár sóu eina undarliga sjón.
Fyrst gingu tær seg fram á ein deyðan sjófugl, so sóu tær ein annan - og at enda gingu tær seg fram á einar 150-200 deyðar sjófuglar.
Sum myndin vísir, er talan um álku.
- Tað sást, at fuglarnir vóru skolaðir upp á land. Eingin hevði sjónlig mein, ei heldur vóru teir fongdir við olju ella dálking yvirhøvur.
Útróðrarmenn á leiðini halda, at talan kann vera um fugl, sum hevur sitið fastur í gørnum og soleiðis er druknaður.
Nógv sild hevur staðið inni á norskum firðum í seinastuni, og tí kann tað vera, at fuglurin er kavaður eftir sild, sum hevur sitið føst í gørnunum hjá útróðrarmonnum.