Deyðans handilsmaður 25 ára fongsul

Ein russiskur handilsmaður, sum vanliga verður umrøddur sum "Deyðans handilsmann", hevur fingið 25 ára fongsul í USA. Tað var ein dómari í New York, sum dømdi tann 45 ára gamla Viktor Bout (myndin), sum millum annað varð funnin sekur í at hava selt kolombisku uppreistrarrørsluni Farc rakettir, sum kundu skjóta tyrlur og flogfør niður.

Við at brúka loyniligar agentar eydnaðist tað amerikanarunum at fáa Viktor Bout at fara úr Moskva til Bangkok í mars í 2008, og har bleiv hann tikin á einum gistingarhúsi. og seinni sendur til USA.

Viktor Bout er lýstur í fleiri bókum og filmum, og tann best kendi filmurin um hann man vera Lord of War, har Nicolas Cage spældi høvuðsleiklutin.