FÓTBÓLTUR: Ein heitan summardag í Nazi-hertikna Ukreina, í Kiev, tann 9. august í 1942 tóku tvey fótbóltslið støðu á vøllinum fyri at gera klárt til ein ógvuliga serstakan dyst. Annað liðið á vøllinum var “Flakelf”, sum var eitt lið, sum var samansett av teimum bestu fótbóltsleikarunum hjá týska flogvápninum; Luftwaffe. Mótstøðuliðið hjá teimum hendan dagin var “FC Start”, sum var sett saman av upprunaligum Dynamo Kiev leikarum. Teir ukreinsku fótbóltsleikarnir arbeiddu á einum bakaríið undir nazistisku hersetingini. Dysturin bleiv kunngjørdur í bløðunum, í útvarpinum, og á plakatum runt alt Kiev-økið. Liðini høvdu leikt einaferð áður. Tá vann FC Start so klárt sum 5-1 Hetta skuldi ikki endurtakast! Hesuferð skuldi týska harrafólkið so ikki lúta fyri ukreinsku “undirmenniskjunum”.
Áðrenn dystin
Áðrenn dystin møtti ein SS-offiserur upp í umklæðingarrúminum hjá FC Start, og segði á fullkomnum russiskum: “Eg verið dómari í dag! Tit hava at fylgja reglunum. Gerið so væl, og ikki at bróta nakrar leikreglur. Og áðrenn dystin: heilsi mótstøðumonnunum á teirra hátt!”. Týskarnir væntaðu sjálvsagt, at ukreinsku leikarnir fóru at heilsa Flakelf við Hitler-heilsanini. Og at teir í FC Start vóru nóg klókir til at tapa dystin við vilja. Tá liðini tóku støðu á vøllinum brølaðu Flakelf-leikarnir: “Heil Hitler” ímóti áskoðarafjøldini, og blivu heilsaðir aftur av teimum týsku áskoðarunum! Men FC Start leikarnir valdu at gera eina aðra heilsan. Teir hildu hendurnar fyri bróstið, og róptu sovjetisku heilsanina: “FizcultHura” – sovjetiska heilsanin fyri tað likamligu venjingina. Teir mongu ukreinsku áskoðarnir fagnaðu teimum stórliga.
1. hálvleikur
Dysturin fór í gongd. SS-dómarin loyvdi Flakelf at gera sera grovar og ólógligar taklingar, har eingin bóltur lá ímillum. Flakelf obstrukteraðu Start-málverjan á ólógligan hátt, og løgdu seg á odda 1-0. Dómarin segði seg einki síggja til tilburðin. Men Start fall ikki í fátt. Tá dómarin loksins kendi seg noyddan at døma fyrsta frísparkið til Start í dystinum, setti Kuzmenko hetta frísparkið í málið til javnleik 1-1. Goncharenko fintaði síðani alla Flakelf-verjuna og skoraði trygt til 2-1 til Start, og beint áðrenn hálvleik skoraði Start til 3-1. Ukreinska áskoðarafjøldin var í ekstasu.
Aftur vitjan
Í hálvleikinum fingu Start-leikarnir aftur vitjan í umklæðingarrúminum. Fyrsti maður á gátt var ein lokalur samstarvsmaður hjá nazistunum, ið nevndist Shvetsov, sum ráddi teimum til at tapa við vilja, um teir vildu sítt egna besta. Seinni gesturin – ein annar SS-offiserur – var meiri týðiligur í síni fráboðan. Hann segði Start-leikarunum, at tað fór at fáa ræðuligar fylgjur, um teir ikki taptu dystin við vilja. Men FC Start vildi ikki geva eftir fyri harraboðunum. Teir høvdu eina risastóra fjøld av ukreinskum áskoðarum aftanfyri seg, og teir á Flakelf kendu trýstið frá áskoðarunum. Flakelf tordi ikki so væl at gera tær somu svínsku taklingarnar í 2. hálvleiki. 2. hálvleikur var rættuliga javnur, og bæði liðini skoraðu tvey mál í part. So munurin var hin sami, sum við steðgin. FC Start hevði vunnið 5-3 á úrvalsliðnum hjá Luftwaffe; Flakelf. Størsta eyðmýkingin fyri nazistarnar hendi við støðuna 5-3. Klimenko setti alla týsku verjuna av, rundaði týska málverjan, og beint áðrenn hann skuldi seta bóltin í málið til 6-3 hælaði hann bóltin út frá málstrikuni aftur. Ariska meistara-rasan hevði tapt greitt ímóti ukreinsku “undirmenniskjunum”, enn einaferð!
Hevndin
Hevndin hjá nazistunum kom. Men ikki so skjótt aftaná dystin, sum tær sovjetisku søgubøkurnar hava skrivað. Sambært sovjetisku søgubókunum blivu allir Start-leikarnir tiknir til Babi Yar-fangaleguna, og har vóru teir skotnir, ílætnir sínum fótbóltsbúnum. Men hetta er so ikki rætt! Men longu 16. august møtti Gestapo upp á bakarínum. Teir handtóku allar Start-leikarnar, og førdu teir á Gestapo-høvuðsstøðina, sum lá í Korolenko-gøtuni í Kiev. Her blivu allir Start-leikarnir forhoyrdir og tortureraðir. Gestapo vónaði, at teir í FC Start fingust at viðganga, at teir vóru brotsmenn ella sabotørar. Men eingin av leikarunum gav eftir fyri tí ræðuliga og ómenniskjaliga trýstinum. Men systir Nikolai Korotkykh avdúkaði, at hann hevði verið offiserur í Reyða Herinum, og bleiv Koritkykh tortureraður til deyðis. Hann gjørdist fyrsta blóðvitnið hjá FC Start.
Avrættaðir
Hinir 10 leikarnir hjá FC Start blivu sendir til Siratz-arbeiðsleguna, har teir vóru tvangsarbeiðarar undir ræðuligum og ómenniskjaligum umstøðum. Tá partisanar høvdu lopið á arbeiðsleguna gav fremsti týski fangavørðurin tey boð, at triðji hvør fangi skuldi avrættast! Kuzmenko, sum hevði skorað beinleiðis uppá fríspark, málverjin Trusevich, og Klimenko, sum hevði hælað bóltin út aftur frá mállinjuni við støðuna 5-3 vóru millum teir mongu fangarnir, sum lótu lív. Tríggjir aðrir leikarar: Goncharenko, Tyutchev og Sviridovsky blivu fluttir til eina arbeiðslegu í Kiev. Tað eydnaðist teimum at flýggja, og teir goymdu seg ymsa staðni í býnum inntil Reyði Herurin sigraði á nazistisku hermegini í Kiev. Hvat hendi við hinum fýra Start-leikarunum veit eingin at siga!
Avskeplað søguskriving
Tá Sovjetsamveldið aftur hevði fingið valdið í Kiev-økinum bleiv søgan um dystin millum FC Start og Flakelf tagd burtur. At leika fótbólt ímóti týskarum var tað sama, sum landasvik. So Start-leikarnir fingu ikki hetju-status eftir kríggið. Men teir livdu í ótta fyri KGB. Men eftir, at Stalin var deyður í 1953 fekk FC Start stóra hetju-status í Sovjetsamveldinum. Men søgan, ið sovjetiska fólkið slapp at lesa, og hoyra um, var tann áður sagda. At allir 11 leikarnir hjá FC Start blivu avrættaðir í fótbóltsbúnum, beint eftir dystin. Tað passaði best við sovjetisku hetjudýrkanina!
Sannleikin kemur fram
Aftaná, at Sovjetsamveldið var farið í søguna kom vongurin Goncharenko fram fyri almenningin, og fortaldi ukreinska fólkinum um teir fýra Start-leikarnir, sum høvdu latið lív. “Eitt stríð fyri at yvirliva fekk ein ræðuligan enda fyri fýra av leikarunum. Tíverri doyðu teir ikki, tí teir vóru framúrskarandi fótbóltsleikarar, ella Dynamo leikarar. Teir doyðu sum so mong onnur í Sovjetsamveldinum, tí at tvey harðrend stýri kríggjaðust her í landinum. Og tað gjørdist lagna teirra, at gerast blóðvitni, sum so mong onnur í tí ræðuliga fólkamorðinum, sum fór fram tá. Deyðin hjá hesum Dynamo leikarunum er ikki so nógv øðrvísi, enn deyðin hjá so mongum øðrum!” segði Goncharenko við ukreinska almenningin. Ein ótrúlig og samstundis syrgilig hending. Ein minnisvarði av teimum fýra fótbóltsleikarunum hjá FC Start, ið blivu dripnir av nazistunum, er í miðbýnum í Kiev.