Deyðadómar elvdu til blóðugan ófrið

Í minsta lagi 22 fólk hava latið lív í egyptiska býnum Port Said undir ófriði, sum tók seg upp í morgun, eftir at ein dómstólur í býnum hevði dømt 21 fólk til deyða fyri teirra lut í samanbrestum á einum fótbóltsvølli í februar í fjør.

Altjóða tíðindastovurnar skriva, at fleiri løgreglumenn eru millum teirra, sum hava latið lív í ófriðinum í dag.

Innanríkisráðið hevur givið herinum boð um at steðga ófriðinum, og hernaðarakfør og hermenn hava nú tikið støð á fleiri týdningarmiklum plássum í býnum og uttan fyri fongslið, har teir 21 deyðadømdu menninir eru.