Deyðadóm fyri at smugla rúsevni

Ein dómstólur í Indonesia hevur í morgun dømt eina 56 ára gamla bretska kvinnu til deyða fyri at hava smuglað rúsevni til oynna Bali.

Kvinnan, sum eitur Lindsey Sandiford, varð tikin í mai í fjør á flogvøllinum á Bali, tí tollararnir funnu næstan fimm kilo av kokaini í kufferti hennara. Lindsey játtaði seg seka, og aftaná hjálpti hon myndugleikunum at taka tríggjar bretar og ein indonesa, sum høvdu samband við rúsevnið.

Sambært tíðindastovuni AFP kom tað óvart á løgfrøðingar, at Lindsey Sandiford fekk deyðarevsing. Teir høvdu væntað, at hon fór at fáa 15 ára fongsul, sum er harðasta revsing fyri at brúka rúsevni. Deyðarevsing er harðasta revsing fyri at selja rúsevni.