- Det ligner Norges 17. mej

Millum teir mongu ólavsøkugestirnar eru eisini nógvir útlendingar at finna. Fyri mong av teimum er ólavsøkan ein av orsøkunum, at tey av fyrstan tíð koma til Føroya.

"Vit skuldu koma í gjár, men flogfarið varð útsett, so vit komu ikki fyrr enn í dag," sigur Edith Ramberg, sum saman við manninum, Hermann Ramberg, og tveimum vinfólkum, Borgun Rødmyr og Oddvar Rødmyr, eru komin higar at ferðast. Tey eru øll frá Alta í Norðurnorra.

"Vit eru mest av øllum komin fyri ólavsøkuna. Fyri at síggja øll hesi fínu fólkini í føroyskum klæðum," sigur Borgun.

"Eg fylti 70 ár í fjør, og tá fekk eg eina ferð til Føroya í føðingardagsgávu, so tað er hana, vit brúka nú," sigur Oddvar flennandi.

"Hetta minnir nógv um okkara 17. mei. Tað at fólk ganga runt í tjóðarbúna, í góðum lag og møta fólkið," sigur Hermann.

"Eg havi verið her í Føroyum fyrr, men hetta er fyrstu ferð hjá hinum. Hina ferð minnist eg, at tey føroysku klæðini, kappróðurin og serliga dansurin gjørdu inntrykk á meg," sigur Edith, "so midnáttarsangin mugu vit, ið hvussu so er minnast til."