Det Ferösche Compagnie á pall á The Barbican í London í kvøld

Í annaðkvøld verður føroysk leiklistasøga skrivað, tá føroyskur leikbólkur fer á pall á ein av størstu mentanarmiðdeplunum í heiminum.

Klokkan 19.45 fer Det Ferösche Compagnie á pall við leikinum Lykkenborg, sum uttanlands ber enska heitið Castle of Joy.

 

Tað verður fyri fullum sali. Viðurkend leiklistafólk vera millum áskoðarnar, og fleiri av stóru ensku miðlunum fara at umrøða leikin.

 

Bridget Escolme, professor of Theatre and Performance frá Queen Mary University, London, fer at gera samrøðu við limirnar í Det Ferösche Compagnie eftir leikin.

 

Eftir frumsýningina skipar føroyska sendistovan í London fyri einari receptión á The Barbican. 

 

Í samband við sýningina hava bretsku miðlarnir gjørt samrøðu vid Búa Dam, leikstjóra, og Sámal Blak, pall- og búnasniðgeva.

 

##med2##

 

Sí leinkja:

 

https://natashatripney.substack.com/p/small-islands-det-ferosche-compagnies

 

https://everything-theatre.co.uk/2024/02/interview-bringing-joy-all-the-way-from-the-faroe-islands/

 

https://theatreweekly.com/interview-stage-designer-samal-blak/

 

Sýningarnar verða 28. februar til 2. mars.

 

Leinkja til The Barbican: https://www.barbican.org.uk/search?search=Castle+of+Joy

 

Heimasíðan hjá Det Ferösche Compagnie: www.dfc.fo