Tað eru átta ár liðin, síðani amerikanski gentubólkurin Destiny´s Child seinastu góvu út tónleik.
Men nú sær út til, at Beyoncé fer aftur at syngja RnB sangir saman við teimum báðum Kelly Rowland og Michelle Williams.
Sambært torontosun.com eru tær tríggjar songkvinnurnar í fer við at gera eina uppsamlingsfløgu, ið fer at innihalda lagið Nuclear, sum er framleitt av hittframleiðaranum Pharell Williams.
- Eg eri ógvuliga errin av at kunna fortelja, at í næstum kemur fyri fyrstu ferð í átta ár nýggjur tónleikur frá Destiny´s Child, skrivar Beyoncé á heimasíðu síni.
Gentubólkurin var í hæddini í árunum 1997 til 2005.
Tær valdu heldur óvæntað at halda steðg í 2005. Síðani hevur Beyoncé verið regluliga frammi sum soloartistur.
Til Super Bowl tann 3. februar skal Beyoncé framføra. Nú ganga søgurnar um, at hon møguliga fer at hava Michelle og Kelly afturat sær til stóru finaluna. Enn eru hetta tó bert søgur.