Destiney?s fara í studio

Væl umtókti amerikanski gentubólkurin Destiney?s Child fara komandi ár í studio aftur saman.

Kelly Rowland úr bólkinum hevur júst sagt frá, at hon saman við Beyoncé Knowles og Michelle Williams fer í studio aftur í 2009 fyri at innspæla eina nýggja fløgu og hareftir ætla tær sær runt á konsertferð.

 

- Vit gleða okkum so nógv til at arbeiða saman aftur og nú mangla vit bert at finna pláss í kalendarunum hjá okkum fyri at fara í studio at innspæla nýggj løg.

 

Tann populæri gentubólkurin fór í 2005 hvør til sítt eftir at hava havt stóra succes saman sum bólkur. Tær hava allar roynt seg á egnum beinum sum solostjørnur og serliga Beyoncé hevur havt stóra eydnu.