Desmond Tutu: Boykottið OL í Peking

Vilja tit halda olympiskir leikir í Peking í 2008, mugu tit stuðla fólkinum í Burma, segði Desmond Tutu við kinesisku stjórnina í røðu sínari á Bok & bibliotek í Göteborg Skrivað hevur Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Tíðindini um ófriðin í Rangoon, høvuðsstaðnum í Burma, har fólk í fleiri dagar vóru úti á gøtunum fyri friðarliga at mótmæla hernaðarstýrið og krevja mannarættindi og fólkaræði, fekk í gjár fyriskipararnar av bókastevnuni Bok & bibliotek, sum verður hildin í Göteborg í Svøríki, at skipa fyri einum eyka stuðulstiltaki til frama fyri fólkið í Burma.

Ein av røðarunum var suðurafrikanski erkibiskupurin Desmond Tutu, sum vitjar stevnuna í sambandi við útgávuna av einari ævisøgu um hann, og Desmond Tutu legði ikki fingrarnar ímillum í røðu sínari. Hann vísti á, at órættvísi og kúgan ongantíð kann sigra, og hann heitti beinleiðis á fólk um at boykotta olympisku leikirnar í Peking, um kinesiska stjórnin ikki tekur seg saman og velur at stuðla burmesiska fólkið:

- Kina! Vit vilja, at tit skulu sleppa at halda olympisku leikirnir í Peking, men tað verður av ongum, um tit ikki alt fyri eitt gevast! Gevist nú! Og stuðli sigrandi síðuni!