Eftir fleiri mánaðir á rað, tá ið inntøkurnar vóru lakari enn sama mánað í 2017, var skattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu í desember heilt góð.
Skattainntøkan var 1.845.709 krónur hægri í desember í 2018 enn í desember 2017. Tað svarar til ein vøkstur á 10,22 prosent. Í september, oktober og november var skattainntøkan í Klaksvíkar kommunu lægri, enn hon var somu mánaðir í 2017.
Samlaða skattainntøkan í Klaksvíkar kommunu var í 2018 198.700.729 krónur.
Sammett við allar kommunurnar var hækkingin í skattainntøkuni í Klaksvík í 2018 lægri enn miðal fyri allar kommunurnar. Vøksturin í Klaksvík var 2,35 prosent, meðan hann í øllum kommununum í miðal var 4,11 prosent.
Í Fugloy royndist 2018 ikki so væl sum undanfarna árið. Har var vøksturin -14,15 prosent.
Í Viðareiðis kommunu var vøksturin 10,49 prosent, í Hvannasundi -4,08 prosent, og í Kunoyar kommunu var vøksturin 11,46 prosent. Her var vøksturin tann lutfalsligi størsti í øllum kommununum yvirhøvur. Merkisvert er tað, at vøksturin í Kunoyar kommunu, sum fevnir um Haraldsund og Kunoy, var í desember 19,63 prosent.