Desember 2013: Eg kann ikki halda meg burtur frá kjaki

Brot og bitar úr Sosialinum í 2013

Kaj Leo Holm Johannesen. Føroya løgmaður. Støðugt í andgletti og fyri atfinningum. Men eisini avhildin við metnógvum persónligum atkvøðum í skjáttuni. Formaður fyri Sambandsflokkin síðani 2004 og løgmaður síðani 2008.
Nú jólini nærkast hava vit verið á vitjan hjá løgmanni í Tinganesi og spurt hann, hvussu hann sjálvur upplivir sín leiklut sum løgmaður, hvat hevur serligan týdning fyri hann, og hvussu hann fyriheldur seg til hørðu ákoyringarnar, hann fær í kjaki.
Kaj Leo tosar eisini um, hvussu løgmansstarvið ávirkar familjuna, um at verða fittur og bráður, og um at biða um umbering, tá ið tað er neyðugt.

 

Ov bráður
Kaj Leo Holm Johannesen verður stundum lagdur undir at verða ov skjótur og óumhugsin í vendingini og at vera ov fittur til at verða løgmaður.
- Eg havi ein veikleika í, at eg kann verða ov bráður, og eg havi eitt temprament. Og eg kann eisini skriva undir uppá, at eg kann verða fittur, hóast eg veit ikki, um hini í samgonguni halda, at eg altíð eri so fittur, tá ið eg skal hava okkurt ígjøgnum aftanfyri stongdar dyr.
- Eg kann ikki sita í hasum stólinum har yviri, bara verða fittur og smílast býtt og ikki taka konfrontatiónirnar, og eingin kemur í handan stolin við bara at vera fittur.
Løgmaður viðurkennir eisini, at hann onkuntíð hevur verið óumhugsin við sínum viðmerkingum og reaktiónum.
- Øll kunnu blíva ill, men tað er ein kunstur at blíva illur til røttu tíð, á rætta stað, við rættari mongd ímóti teimum røttu. Tá tú klárar tann kunstin, so ert tú fantastiskur leiðari. Eg klári ikki tann kunstin enn. Og geri eg einum persóni órætt, so má eg bakka og biða um umbering.
- Til dømis var eg herfyri rættiliga harðligur við Liljan Weihe (tíðindaleiðara í Kringvarpinum, red.), og tá mátti eg hyggja hana í eyguni, taka í hondina á henni og biða um umbering, tí eg hevði uppført meg órættvíst. Tað er sum við ítróttinum, tú kanst gera okkurt unfair í kampens hede, men aftaná mást tú fyrihalda teg til tað og biða um umbering, um tað er neyðugt, sigur løgmaður.

Kjak og facebook
Sjáldan hevur ein løgmaður verið so áhaldandi fyri atfinningum, sum Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið. Ein orsøk er sjálvandi, at við nýggjum miðlum og nýggjari tøkni er nógv lættari og skjótari og sjónligari at hava viðmerkingar um øll hugsandi mál. Ein onnur orsøk er kanska, at løgmaður sjálvur leggur upp til kjak og ákoyringar - eitt nú á facebook.
- Politikarar siga ofta, at teir taka tað ikki so nær, um onkur finnist at teimum, men politikarar eru eisini menniskju, og summar viðmerkingar raka teg. Eg fái nógv sløg, men nógv av av tí biði eg helst um og havi sjálvur ábyrgdina av. Men eg dugi eisini at síggja, at til dømis á facebook eru nøkur fólk, sum ganga aftur, og sum koma við viðmerkingum á einum øgiliga lágum støði.
- Eg fái nógvar ákoyringar, men tað má eg liva við. Eg veit væl, at eg kundi gjørt mær lívið nógv lættari, um eg til dømis ikki fór á facebook. Onkur fólk biða meg eisini halda meg burtur haðani, men tað klári og kann eg ikki. Tað er kanska ein veikleiki hja mær, men mær dámar ógvuligva væl at práta við fólk, at samskifta og at kjakast – eisini á facebook.
- Jú, eg kundi havt tað friðarligari við ikki at gjørt tað, men eg eri ikki føddur til at hava tað friðarligt. Politikkur snýr seg millum annað um at samskifta, at verða ósamdur, at verða illur um neyðugt, og tað er tað. Eg elski ein góðan kamp og eitt gott kjak, har tað eru góð argument báðar vegir. Eg kundi gott havt tað nógv lættari, eg veit tað væl, men tað vil eg ikki. Summi halda kanska, at ein politiskur leiðari skal ganga púra stívur á einum reyðum løbara, men tann leiðarin eri eg ikki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.



***

 

PISA-úrslit ikki nóg gott

Føroyar framvegis liggja væl aftanfyri hini Norðurlondini, og av øllum londunum í PISA-kanningini 2012 liggja Føroyar í niðasta triðinginum í øllum fakøkjum. Tað sær tó út til, at Føroyar ganga eitt vet fram síðani kanningina frá 2006. Serliga klára føroysku næmingarnir seg betri í støddfrøði. Nakað, sum eyðkennir úrslitini av kanningini í Føroyum, er, at sera fáir føroyskir næmingar kunnu lýsast at hava sera góðan førleika. 


***

Her skal skil vera í
- Tað kann væl vera, at onkur heldur, at skúlin hevur gamlar, strangar reglur, sum skulu fylgjast, men tað vísir seg, at børnunum dámar væl, at tað er skil í. Tí halda vit fast við reglurnar og siðvenjurnar, sum eyðkenna skúlan.
Tað sigur Poulina Slættanes, sum í 38 ár hevur starvast sum lærari í Sankta Frans Skúla. Lærarar og næmingar hátíðarhalda tey 80 árini, skúlin hevur á baki.

***

SEV stevnt eftir 25 milliónum
Ósemja hevur tikið seg upp millum byggisamtakið millum J & K Petersen og M. T. Højgaard øðrumegin og SEV hinumegin í sambandi við boringarnar til Eiðisverkið. Borað hevur verið gjøgnum syllagrót, sum er væl harðari enn vanligt grót. Men hetta kann ikki koma óvart á hjá byggisamtakinum.

- Hetta vóru teir greiðir yvir, áðrenn farið var í gongd, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.

Boriarbeiðið er liðugt, men byggisamtakið heldur seg eiga 25 milliónir krónur til góða hjá elfelagnum. Málið verður viðgjørt í gerðarætti. *** Nógvir stormskaðar Tveir dagar á rað rakar ódn Føroyar, og bæði leygardag og sunnudag eru nógvir stormskaðar kring landið. Óteljandi smáir skaðar eru á hús, bilar og annað, og eisini eru fleiri størri skaðar, sum fara at kosta nógvar pengar at umvæla. Ódnirnar gera um seg um alt landið, men Norðoyggjar og Eysturoy verða lutfalsliga hart raktar.