Tað verður Derhard Jógvansson, prestur í vestara prestagjaldi í Suðurstreymoy, sum fer at prædika, tá ið politikarar, embætisfólk og prestar og kirkjufólkið fyrrapartin er sessast í dómkirkjuni.
-Hetta er serstakt og ein heiður at prædika á tjóðardegi føroyinga. Sannlíkt er, at tað bara er einaferð, at tú færet høvi at prædika á hesum pallinum. Hann er stórur, tí flestu miðlar fylgja við, og fokus verður sett á hesa løtuna. Nú havi eg vitað í nøkur ár, at er fór at fáa møguleikan, men serliga nógv hevur hetta fylt síðsta hálva árið ella so, sigur Derhard Jógvansson.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti, ið ikki hevur prædikið, sum fær høvi at prædika. Í løtuni eru tað níggju prestar í røðini at prædika á fyrsta sinni á ólavsøku. Derhard Jógvansson eigur longsta starvsaldurin av teimum, og tí er tað hann, sum fer at prædika ídag.
-Lyklaorðini í ólavsøkuprædikuni eru strongd, raðfesting og offur, sigur Derhard Jógvansson, og hann heldur fram:
-Eg ætli ikki at provokera. Hetta er eitt sindur øðrvísi prædika enn allar aðrar, tá nú so nógv fokus er á, men vit eru í kirkju, og hetta er ein prædika, og tað verður einki politiskt í henni.
At Derhard Jógvansson prædikar í dag ber við sær, at hann verður millum teir fremstu í skrúðgonguni. Fremstur í prestarøðini verður bispur, so dómpróstur og síðani presturin, sum prædikar ídag.