Derby í Premier League

Derby County er triðja og seinasta felagið, ið flytur upp úr Championship í Premier League hetta kappingarárið. Hetta gjørdist greitt seinnapartin í gjár, tá ið teir vunnu 1-0 á West Bromwich í play off-finaluni. Stephen Pearson skeyt einasta málið í finaluni, sum varð leikt frammanfyri 74.993 áskoðarum á nýggja Wembley í London. Dómari henda dystin var 43 ára gamli Graham Poll, sum dømdi sín seinasta dyst. Hinir uppflytararnir til Premier League eru Sunderland og Birmingham.