Der Kaiser: Eitt vakurt tap

- Hatta var eitt tað vakrasta tapið í søguni hjá Bayern Munchen. Vit svóvu í byrjanini og Manchester United vóru betri á øllum økjum. Við støðuni 3-0 til United, hevði eg ikki sett eina krónu uppá at Bayern kom víðari. Men teir vendu dystinum á ein fantastiskan hátt, sigur 64-ára gamla Bayern Munchen legendan.

 

Franz Beckenbauer, eisini nevndur Der Kaiser, leikti yvir 400 dystir fyri Bayern Munchen og skoraði 60 mál. Hann vann Champions League trý ár á rað við Bayern Munchen frá 1974 til 1976.

 

- Har vóru tvær avgerandi løtur. Málið hjá Ivica Olic beint fyri hálvleik, og reyða kortið hjá Rafael. Eftir útvísingina høvdu vit tamarhald á støðuni og lótu bóltin gera arbeiði. Og so skoraði Robben hatta dreyma málið. Hatta var eitt tað vakrasta tapið í søguni hjá Bayern Munchen, sigur ?Der Kaiser?.

 

Franz Beckenbauer tók lut í trimum HM endaspælum sum leikari. Hann var liðskipari, tá Westur Týskland vann HM í 1974. Í 1990 megnaði hann, at vinna HM sum venjari við Westur Týsklandi.