Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
???????????????
Gamla bakaríið hjá Palle Bager, seinni hjá Conrad Skaale, er til sølu, og áhugin at keypa ognina er komin innum býráðsgátt í Havn, har málið kemur fyri á fíggjarnevndafundi í hesi vikuni.
Fyri eini viku síðani varð Sosiala nevnd Tórshavnar Býráðs kunnað um møguliga keypið. Uttan at hava viðgjørt hetta mál, sum knappliga hevur tikið seg upp og sambært meirilutanum hevur so stóran skund, at man ikki nágreiniliga veit, hvat man skal brúka gamla niðurlagda bakaríið til annað enn til eldraøkið, skal peningur finnast til eitt møguligt húsakeyp.
Í sjálvum sær er hetta mikið gott, tí ein av næstu grannum bakarísins er Ellisheimið. Har er sera trongligt og ein útbygging tiltrongd. Harumframt er eldraøkið í kommununi ein veksandi trupulleiki, tí vit hava so nógv gomul fólk, sum ikki eru før fyri at vera heima hjá sær sjálvum. Fleiri teirra eri klár og ynskja ikki, orka heldur ikki, at vera heima meiri og vilja fegin sleppa á eitt heim sum Ellisheimið. Men har er ikki pláss, og bíðilistin langur.
Eitt mugu vit ikki gloyma. Tað er, at býráðið sjálvandi ikki hevur einkarrætt til eitt møguligt húsakeyp. Um so var, var ikki neyðugt at lýsa tað til sølu. Tað stendur øllum frítt at bjóða uppá eina ogn sum hesa, eins og tað stendur øllum frítt at bjóða uppá allar aðrar ognir, sum eru til sølu í øllum landinum.
Tí skilji eg ikki rættiliga brævið, sum umboð fyri seks handlar í økinum, Barnahandilin, Árstíðirnar, Navtech, Teletech, Ergo & Hjálpartól og Málingahandilin, hava sent øllum býráðslimum í Tórshavnar Kommunu, har heitt verður á okkum at hugsa um vinnulívið í Tórshavn, áðrenn avgerð verður tikin um at keypa gamla bakaríið. Sjálvandi hevur býráðið sama rætt sum einhvør annar at keypa eina ogn til ávíst endamál, og um fíggingin er í lagi.
Tíbetur er soleiðis statt her í býnum enn, man veit ikki hvussu tað blívur í framtíðini, eftir at vit hava fingið ein sosialistiskan meiriluta í Tórshavnar býráð, at tað er seljarin, sum ger av, hvønn hann selur til.
Løgi skuldi verði, um hann ikki selur til hægst-bjóðandi.
So tit, sum umboða vínnulívið í Tórshavn og sum longu sambært upplýsingum í brævinum til okkum bðráðslimir, spennið tykkum nú út, um tit vilja hava fatur í ognini, sum vit ikki hava nakra ávirkan á, fær hana.
Tað er hann, sum selur, ið ger av.
Einfaldari enn sum so, er málið um, at Tórshavnar Býráð ætlar at keypa húsini hjá Palle Bager í J. C. Svabosgøtu, ikki.
»Har du penge, så kan du få, har du ingen, så må du gå«.
Soleiðis ljóða tvær reglur í einum ørindi í gamla danska barnasanginum »Der bor en bager,« og hóska tær sera væl í hesum høpi.
Viðvíkjandi barakkunum, sum seks handlar framvið J. C. Svabosgøtu vísa á í sambandi við at víðka um Ellisheimið og økið, sum hevur við gomul fólk í kommununi at gera, er meirilutin í býráðnum longu farin at umhugsa at reka tey á dyr, sum búgva har, og í staðin brúka barakkirnar til eldraøkið.