Tað var eitt øgiligt stríð innan í Elly henda veturin fyri fimm árum síðani:
Hon var innløgd á Psykiatrisku Deild 1, og brúkti nógva tíð at fantasera um deyðan. Hetta var kortini ikki nóg mikið, tí hon hugsaði somuleiðis - uttan ræðslu! - um, hvussu hon fór at síggja út, aftaná at ein bussur hevði koyrt hana yvir.
Umframt hetta hendi tað eisini fleiri ferðir, at hon kundi sita í tímavís úti á Argjum og hyggja niður í sjógvin, og ímynda sær at hon lá druknað á havsins botni.
- Fyri meg var hetta sum at vera bæði í himli og helviti ísenn. Eg var í himli saman við einglum, tí eg hevði sera góð stavsfólk rundan um meg á deildini. Samstundis føldi eg tað sum um helvitið var innaní mær sjálvari.
- Uha, hetta man sikkurt ljóða ræðuligt hjá fólki at hoyra ella lesa um, men so vil eg skunda mær at leggja aftrat, at eg hevði kortini ongantíð ætlan um at gera sjálvmorð, sigur Elly Debess.
Júst í dag, nú 40 ár eru liðin síðan fyrsta psykiatriska deildin lat upp í Føroyum, er hon frísk og hevur fingið bæði sjálvsálit og lívsmót aftur. Og hon vil fegin siga frá síni søgu fyri Føroya fólki.
- Ja, nógv er broytt hesi seinastu fimm árini. Í dag tori eg at siga, at sólin er aftur farin at skína í mínum lívi, slær Elly fast.
Tíðin gongur nú í stóran mun til heimið, skúlagongd, mann, børn - og ommubarn!
Fasadan skramblaði saman
Tað var ikki yvir náttina, at Elly endaði í eini depressjón. Hetta var ein tilgongd sum byrjaði tvey ella kanska fýra ár frammanundan teirri fyrstu innleggingini - ella helst longu frá barnaárum av.
- Tað byrjaði av álvara í 2003, men nú eg havi hugt aftureftir, er lítil ivi um, at eg faktiskt havi verið meiri og minni sjúk líka síðani 2001. Tá fekk eg fyrstu ferð heilivág ímóti depressjón, sum eg tók í eina tíð.
- Tað var kortini ikki fyrrenn á vári í 2004 at fasadan hjá mær skramblaði saman, og eg gjørdist so mikið sjúk, at eg fór simpelthen niður við flagginum, greiðir Elly álvarsom frá.
Fyri Elly er ikki trupult at seta orð á tær ógvusligu broytingarnar og hendingarnar sum fóru fram inni í hennara sál, likami og umhvørvi: Hon orkaði einki at gera heima við hús. Maður hennara mátti taka yvir tað húsliga, tí Elly megnaði einans at gera tað mest einfalda fyri børnini, t.v.s. mat og slíkt, áðrenn hon mátti skunda sær í songina aftur, - ikki tí hon var deyðamóð, men tí at hon var so kedd.
- Eg føldi tað akkurát sum um eg hevði eina ógvusliga influensu. Eg orkaði hvørki at ganga ella sita, men ynskti bert tað eina: At kunna liggja í songini.
- Um eg onkutíð mannaði meg upp og fór til handils, gekk tað so nøkulunda. Men tað tók hinvegin sína tíð at fara innaftur til mín sjálvs. Tað er ótrúligt at hugsa sær í dag, men eg kundi saktans sita ein heilan tíma ella meiri úti í bilinum, tí eg simpelthen ikki orkaði at fara inn.
Elly vildi bert hava frið frá umheiminum. Hetta gjørdi hon m.a. við at koyra allar gardinurnar fyri, stongdi úthurðina og vildi ikki órógvast við nøkrum. So her var einki við at hugna sær heima við stearinljósum, drekkamunni og útvarpinum tendraðum.
- Ja, støðan var so ring, at eg til tíðir ikki eingang orkaði at vaska mær!
Græt, græt og græt
Var tað kortini nakað, sum hon minnist aftur frá hesi tíðini, var tað gráturin.
- Tja, samanlagt man eg havi grátið uppí eina heila á, sigur Elly við einum brosi.
Fyri bert fáum árum síðani var hetta ikki nógv at flenna eftir. Hon bara græt og græt og græt uppaftur meiri. Bara hon t.d. hoyrdi ein vakran sálm, fekk gráturin takið á henni. At eta orkaði hon ikki tankan um.
Her var ikki hugsingur um at vera sosial uppá nakran sum helst máta, t.d. við at fara í føðingardagar ella at halda føðingardagar í húsinum. Til hetta mátti hon fáa hjálp uttanífrá. Kom familja á gátt, skundaði hon sær inn á wc’ið at gráta eina góða løtu, og kom so út aftur eftir at hava vaskað sær um eyguni, soleiðis at eingin skuldi síggja nakað. Nógvir grátitúrar eru eisini gjørdir, meðan hon var undir brúsuni.
- Tú kanst ætla, at hetta eisini ávirkaði familjulívið. Tað var tann bera elendigheit. Øðrvísi fái eg ikki lýst tað.
- Tær báðar døtur okkara, sum tá vóru um 12-13 ára aldur, tær sóu sjálvandi hvussu tilstandurin var. Men tær søgdu einki við meg, helst fyri ikki at gera støðuna enn verri, greiðir Elly álvarsom frá.
Svartari enn svart
Eitt annað sum Elly í dag minnist aftur við gru eru teir - ikki bara svørtu - men kolasvørtu tankarnir sum høvdu vald á henni.
- Eg plagi at siga tað so, at teir vóru so svartir sum tá tú fyrst verður lagdur í eina kistu í eini grøv. Men hjá mær vóru tankarnir altso svartari enn svart, tí tú kanst eisini fara longur niður enn tað.
- Ja, uha, tankar mínir vóru so svartir, at eg vildi ikki siga tað við starvsfólkini á Deild 1. Eg helt faktiskt ikki, at tey megnaðu at hoyra, hvussu ringt eg hevði tað, sigur Elly.
Tá støðan er soleiðis, er ikki langur vegur til hugsanina um, at lívið er ikki vert at liva longur, tí er tað bara at koma út úr tí sum skjótast.
- Ja, tá ringast stóð til hugsaði eg bara um at doyggja, men eg kom tíbetur ongatíð so langt sum til at hugsa um at gera sjálvmorð, slær hon enn einaferð fast.
Hugsanin um, hvussu ein lættast kundi taka lívið av sær, ella hvar ein møguliga skuldi gera hetta, fekk ikki fastatøkur á henni. Hetta var kanska heldur hinvegin ein partur av viðgerðini ella endurreisnini:
- Tja, tað var kanska gott at hava einar slíkar bakdyr ella útveg, fyri bara at halda út, at eg hevði tað so ringt!
Sum eitt barn
Støðan versnaði dag frá degi, og her var ikki annað at gera, enn at fara til lækna, og síðani til sálarlækna og sálarfrøðing við trupulleikunum.
Fyri øll hesi fakfólkini var eingin ivi um, at Elly - hóast hon í øllum virvarinum í sál síni helt, at hon mundi fara at klára tað sjálv - mátti fáa viðgerð og tað skjótt. Mánadagin 28. juni 2004 trein hon so á fyrsta sinni inn á eina psykiatriska deild.
Henda dagin var hon sera illa fyri, og trongdi bert til, at okkurt profesjonelt starvsfólk tók sær av henni í eina tíð. Hóast fólk helst ikki halda so nógv um tað at verða innlagdur á eina psykiatriska deild, so føldist tað sum ein lætti, tá tað umsíðir gjørdist veruleiki.
- Eg hugsaði sjálvandi um, hvat familjan fór at siga, og um eg mundi kenna onkran annan sum var innlagdur har. Men tá eg kom inn um dyrnar á deildini, var tað sum eg slapp av við ein sera tungan ryggsekk.
- Eg kláraði simpelthen ikki gerandisdagin heima við hús, og eg trongdi til at fáa møguleikan at kunna sleppa øllum og bara fáa umsorgan frá øðrum. Ja, eg føldi meg akkurát sum eitt lítið barn sum er totalt avhengigt av hjálpini frá øðrum, greiðir hon álvarsom frá.
Hóast hon var sera illa fyri, og haraftrat var sera sera kløn, tí hon ikki orkaði tankan um mat, minnist hon alt frá innleggingini. Sjálvt um støðan var so álvarsom og hon var illa fyri, fekk hon alt við sum hendi rundan um hana.
Ella sum hon sjálv tekur til: - Man hevur øll følihornini úti hóast man er elendigur, tí alt er so nýtt. Man fær faktiskt hvørja einastu bagatell við!
53 ára gamal næmingur
Henda fyrsta innleggingin gjørdist drúgv. Hon varð fyrst innløgd í sjey mánaðir, við upp og niðurtúrum.
- Eg varð útskrivað tá, men eg haldi at tað nokk var kanska eitt sindur skjótt. Tí eg gjørdist sjúk aftur, rættiliga sjúk, greiðir Elly frá.
Eins og fyrru ferðina var tað depressjón við máttloysi, svørtum tankum og gráti sum sermerktu hesa tíðina. Eftir enn eina innlegging tók hon avgerð um at fara í skúla. Hetta gjørdi hon við at fara í skúla við Áir at taka FHS.
Her vóru bæði lærarar og næmingar sera góð at vera saman við, sjálvt um hon kanska ikki luttók so nógv í prátinum við hini. Her byrjaði Elly kortini at fáa herðindi av ótta, m.a. fyri at fara í lyftur, almenn toilett, flúgva og sita í bussi og bili. Hetta førdi við sær, at hon ikki tordi at koyra í bussinum millum Havn og Áir, men mátti fáa mannin at koyra hana hagar.
- Tað hevur víst seg, at tað er serliga um várið at eg fái tað ringt psykiskt. Tað sama hendi aftur, meðan eg gekk við Áir, men tá gjørdist trupulleikin ikki so stórur, tí tað var so lítið eftir av skúlaárinum. Men tað er strævið at hava tað soleiðis, skal eg heilsa og siga!
Eftir lokna skúlagongd fekk hon eitt hjálpararbeiði í Daglonini á Psykiatriska Deplinum nakrar tímar um dagin, og var hetta ein stór orsøk til at tað nú tók at venda av álvara. Hon arbeiddi her saman við øðrum fólkum, og fann so líðandi útav at hetta bar væl til. Samstundis við hetta fekk hon eisini sjálvsálitið aftur.
- Eg føldi at tað gekk væl at arbeiða. So tá eg avgjørdi at fara á Hægri Handilsskúla í Havn í summar, føldi eg meg at vera til reiðar til tað. Eg hugsaði eisini nógv um, hvat øll hini í flokkinum mundu fara at siga. Eg meini: Tey vóru helst so nógv yngri enn eg, - eg, ein 53 ára gomul omma.
- Eg vil tó siga, at tey hava verið sera góð við meg. Eg havi verið púra opin um mína depressjón, og onkur hevði eisini sæð sendingina í sjónvarpinum um óttan hjá mær at flúgva, men øll kenna kortini ikki mína bakgrund - ikki fyrrenn nú!, sigur Elly við einum brosi.