Johan Mortensen
Valevni hjá Tjoðveldisflokkinum til Býraðsvalið
?????????
Ikki krevst hægri aka-demist prógv fyri at siggja at Fíggjarlógin hjá Landsstýrinum fyri komandi ár er órealistisk og hevur lítið samband við kommerciella veruleikan. Heldur enn eitt hall uppá slakar 200 Mio verður hallið eitt stað millum 500 og 600 Mio ! Heldur ikki fíggjarlógin hjá Tórshavnar Býrað kemur at at halda og fara inntøkurnar eisini í Høvuðsstaðnum at minka
Arbeiðsloysi er skjótt vaksandi kring landið. Bara Suðuri í Vági ganga 150 mans fyri onki og Fiskavirking vil ikki lata sítt virkið upp.
Ronal Reagan segði í røðu í Berlin um Berlinmúrin "Mr Gorbatjov, come here and tear down that wall" eg sigi "Harra Løgmaður far suður til Vágs og lat hatta virkið upp so menn kunnu vinna sær dagligt breyð!
Afturgongdin í búskapin-um fer eisini at merkjast her í Høvuðsstaðnum, Tórshavnar Skipasmiða og Eimskip tosa sítt tíðuliga mál. Skal Tórshavn verða lív lagað mugu allar góðar og kreativar kreftir taka saman hendur vinnulívin-um at frama. Vit verða noydd at gloyma alla vanahugsan og arbeiða saman sum frægast so at ikki kreppan verður ov lemjandi. Tað má verða framleiðsla á øllum økjum sum skal menna hetta samfelag. Havnin kann ikki bert liva av studningi og almennum lønum. Søgan vísir at bert samfeløg sum framleiða yvirliva í longdini. Væl at merkja við einum normalum, profittskapandi, privatum vinnulívi heldur enn sokallaðum almennum partafeløgum.
Ikki skulu vit falla í fátt, tað eru framvegis nógvr møgulleikar at troyta og fari eg at koma inn á nakrar seinni. Her býr gott fólk í góðum landi, høvdu vit bara ikki klandrast so illani.










