Depilin í Rólantsgøtu í Hoyvík latin upp

Beint við Dalin Langa er fyrsti umlættingar- og endurmenningarstovnur av sínum slagi í landinum latin upp. Móttøka var seinnapartin.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at fyri einum tveimum árum síðan gjørdi Eldraráðið eina kanning av bústaðarviðurskiftunum. Gallupkanningin vísti, at tað, sum er sermerkt við Havnini er, at 87% av eldru borgarunum búgva í egnum sethúsum. 

##med2##

Og kanningin vísti eisini, at nógv teir flestu eldru borgarar ynskja framhaldandi at verða búgvandi heima. Tí er fyribyrging, umlætting, endurmenning og venjing sera umráðandi.

##med3##