Í kunningarskrivi til borgararnar í Runavíkar kommunu, vísir borgarstjórin, Magnus Rasmussen á, at byggingin av deplinum til børn og ung við fjølbreki gongur væl.
Sambært ætlanini verður depilin liðugur í komandi ári.
- Byggingin av íbúðum til fólk við menningartarni er seinkað nakað av ymiskum orsøkum, men gongd kemur á ta byggingina í 2014.
Magnus Rasmussen sigur, at nevndu íbúðir verða eftir ætlan lidnar í 2015, og tað er landsmyndugleikin, sum er byggiharri í báðum hesum verkætlanum í Runavík.
Myndina hevur Jóannes Símunarson Hansen tikið.