Dennis Holm situr á fyrsta skeiði sum býráðslimur og borgarstjóri í Vágs kommunu, og nú kommunuval stundar til, hevur hann gjørt av at lata seg stilla upp aftur til eitt skeið í býráðnum aftrat. Hann gjørdist fyrst valdur á seinasta kommunuvali, sveik ikki álit veljarans og tók við borgarstjórasessinum.
- Jú, eg havi gjørt av at bjóða meg fram aftur á komandi vali. Tað er altíð trupult at meta um val, og eingin veit fyri eitt val, hvat hendir eftir valið. Men, vísa veljararnir mær enn einaferð álit, og borgarstjórasessurin aftur stendur mær í boði, fari eg heldur ikki hesaferð at svíkja álit veljarans.
Borgarstjórin staðfestir, at tað gongur munandi betri fíggjarliga í Vágs kommunu nú, enn tá sitandi býráð tók við, og hann ásannar eisini, at kommunan í so máta hevur havt vindin í seglunum. Hóast tað fíggjarliga hevur gingið betri, hevur kommunan valt ikki at oyðsla við pengum, men heldur reka ein varnan fíggjarpolitikk, har ansað hevur verið eftir íløgunum.
Dennis Holm vísir á, at tá sitandi býráð tók við, hevði Vágs kommuna eina nettoskuld á umleið 46 miljónir krónur, sum hesi árini er minkað við umleið 13 miljónum krónum. Kommunan hevur havt øktar persónsskattainntøkur seinnu árini, og fram til august mánað í ár er talan um ein vøkstur á heili 11 prosent í mun til árið í fjør.
- Haraftrat kemur, at seinna hálva av árinum vanliga roynist betri enn fyrra hálva, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at lønarskatturin hjá Vágs kommunu í ár verður umleið 40 miljónir krónur, og 11 prosent av hesum svara til einar 3,5 miljónir krónur í meirinntøku. Nettoskuldin verður við árslok umleið 33 miljónir krónur, sum soleiðis er væl niðan fyri eina álíkning.
Borgarstjórin fegnast um gongdina, sum hevur verið, hóast kommunan bæði hevur lækkað skatt og barnaansingargjøld. Hann fegnast eisini um, at fólkatalið í Vágs kommunu seinastu 3-4 árini er vaksið við umleið 50 fólkum, soleiðis at kommunan í dag telur umleið 1350 íbúgvar.