Dennis Holm er bjartskygdur

Gongdin í fólkatalinum í Vágs kommunu hevur verið spakuliga rætta vegin seinastu árini.

Gongdin í fólkatalinum í Vágs kommunu hevur verið spakuliga rætta vegin seinastu árini.

 

- Tá fólkatalið var upp á sítt mesta í september 2013, búðu 1.296 fólk í Vágs kommunu. Hin 1. mai 2018 búðu 1.369 fólk í Vágs kommunu - ella 70 fleiri, enn tað búðu hin 1. mai í 2013, tá fólkatalið var 1.299.

 

Dennis Holm, borgarstjóri, vísir á, at seinastu árini hevur ávísur fólkavøkstur verið í landinum sum heild.

 

Í tíðarskeiðnum frá 1. mai 2013 til 1. mai 2018 vaks fólkatalið í Føroyum við 5,6 prosentum. Men, í sama tíðarskeiði er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 1,2 prosentum.

 

- Men, í Vágs kommunu hevur verið fólkavøkstur, sum er sambæriligur við gongdina í landinum sum heild. Fólkatalið í Vágs kommunu vaks nevniliga við 5,4 prosentum í 5-ára tíðarskeiðnum frá 1. mai 2013 til 1. mai 2018.

 

Í Vágs kommunu fegnast tey um, at gongdin í kommununi í so máta er rætta vegin, og Dennis Holm heldur tað eisini vera væntandi, at bæði nýggja virkið hjá Bakkafrost í Vági og virksemi við tilknýti til fiskivinnuna í Vági í næstum fer at føra við sær framhaldandi vøkstur.

 

- Sjálvandi vóna vit eisini, at økta vinnuvirksemi bæði í Vági og í Suðuroynni sum heild, nú Varðin Pelagic fer í gongd aftur, fer at føra við sær vøkstur í fólkatalinum í oynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.