Den Blå Planet niðurslitin

Den Blå Planet á Amager hevur havt tvífalt so nógv vitjandi sum væntað, og tað kostar nú milliónir í umvælingum

Tað er nú liðið meira enn eitt ár, síðani Den Blå Planet á Amager lat upp. Hetta er eitt risastórt akvarium við øllum hugsandi djórasløgum.
Áhugin fyri at vitja á Den Blå Planet hevur verið óvurhondsstórur. Hesa fyrstu tíðina hava 1,3 milliónir fólk vitjað Den Blå Planet, og hetta er tvífalt so nógv, sum roknað var við frammanundan.
Blaðið Politiken veit at siga, at Den Blå Planet hevur ikki megnað at viðlíkahildið framsýningina, og stóra trýstið hevur nú við sær, at 12, 5 milliónir krónur skulu brúkast til at umvæla framsýningarpartin fyri.
- Tað er komið óvart á øll, at so nógv vitjandi hava verið, og viðlíkahalið hevur ikki staðið mát við slitið, sigur Arne Kvorning sum er stjóri fyri teknistovuna Korning Desigen og Kommunikation, ið stíla fyri sjálvari framsýningini.
Kvorning fær ikki møguleikan at endurnýggja framsýningina – í staðin skal eitt týskt felag gera tað.
Nevnast kann, at føroyingurin Todi Jónsson virkar sum marknaðarleiðari hjá Den Blå Planet.