Sum ungur sigldi hann, og í 1949 fór hann at koyra hýruvogn í Havn. Hann koyrdi á Hotel Djurhuus hjá Mortan Simonsen. Í 1950/51 koyrdi á bilstøðini Taxa í Lucas Debesargøtu. Eftir tað sigldi hann í eini 10 ár við skonnartini Tinganes, og var hann við tá hon sakk í Grønlandi í 1963. Frá 1969-93 var hann húsavørður á Stranda Skúla og passaði svimjihylin. Demus giftist í 1951 við Elisabeth, vanliga nevnd Bette, f. Hammer, úr Hvalba. Tey eiga eingi børn, men Eli Brimsvík, f. Borðoy, kom til teirra sum 12 ára gamal.