Demokratiskur rúmdarmaður vinnur senatsvalið í Arizona

Fyri at vinna Senatið skulu Demokratarninr nú bara vinna annan av tveimum statum, Nevada og Georgia.

 

Mark Kelly var í 80'unum og 90'unum útbúgvin í amerikanska flotanum, har hann helt fram sum flogskipari. Hann fleyg í Golfkrígnum, og í 1996 var hann saman við tvíburabróðri sínum valdur til Nasa-pilot. Millum 2001 og 2011 var hann á fýra ferðum  – tveimum sum skipari, og tveimum sum missiónsleiðari – til altjóða rúmdarstøðina ISS. (Arkivfoto) - Foto: Patrick T. Fallon/Ritzau Scanpix

Demokratiski senatorurin Mark Kelly vinnur á republikanaranum Blake Masters á senatsvallinum týsdagin í statinum Arizona.

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, teirra millum CNN, tíðliga í morgun okkara tíð.

Harvið hava Demokratarnir nú 49 sessir í Senatinum, meðan Republikanararnir hava 48.

Enn vanta úrslit frá senatsvalunum í statunum Nevada og Georgia. Har skulu Demokratarnir altso bara vinna annan sessin fyri at røkka teimum 50 sessunum og harvið meiriluta í Senatinum saman við varaforsetanum.

Stendur á jøvnum hevur varaforsetin avgerandi atkvøðuna. Tað er Kamala Harris.

Í Georgia fingu hvørki demokraturin Raphael Warnock ella republikanarin Herche Walker, meiri enn 50 prosent av atkvøðunum. Tað merkir, at umval skal vera teirra millum 6. desember.

Í Nevada eru 94 prosent av atkvøðunum taldar, og har er so tætt, sum tað kann vera.

Republikanarin Blake Masters, sum tapti ímóti Mark Kelly, fær stuðul frá fyrrverandi forsetanum Donald Trump, skrivar NBC News.

58 ára gamli Mark Kelly, hvørs valstríð millum annað hevur verið vent ímóti rættinum til fosturtøku, er fyrrverandi jagaraflogskipari og rúmdarmaður.

Í januar í 2011 broyttist lív hansara, tá ein 22 ára gamla maður møtti á fundi við lokala limin í Umboðsmannatinginum, Gabby Giffords, á einum parkeringsplássi í Tucson.

Tann 22 ára gamli maðurin tók fram eina skambyrsu og skeyt Giffords, sum er kona Mark Kelly, í høvdið við stuttari frástøðu. Síðani skeyt hann 18 onnur á parkeringsplássinum. Á merkisverdan hátt kom Giffords frá hendingini við lívinum, meðan seks onnur doyðu.

Sjálvt um Gifford og Kelly svóru, at Giffords fór at koma aftur í Kongressina, var tað Mark Kelly, sum í 2020 stillaði upp, tá tað skuldi veljast ein avloysari fyri fyrrverandi forsetavalevnið, John McCain, sum var deyður.

Í stríðnum um Senatið eru øll eygu nú vend ímóti Nevada, har tað stendur millum sitandi demokratiska senatorin Catherine Cortez Masto, og republikanaran Adam Laxalt, sum er fyrrverandi løgmálaráðharri í statinum.

Tíðliga í morgun okkara tíð er Laxalt sambært CNN á odda, men bara mikroskopiskt, framman fyri Masto.

Tá 94 prosent av atkvøðunum vóru taldar hevði Laxalt 48,5 prosent av atkvøðunum, meðan Masto hevði 48,4.

So fáar sum 821 atkvøður eru í løtuni á muni teirra millum.

Adam Laxalt hevur higartil fingið 467.208 atkvøður og Catherine Cortez Mastos 466.387.

/ritzau/

 

 

Mark Kelly var í 80'unum og 90'unum útbúgvin í amerikanska flotanum, har hann helt fram sum flogskipari. Hann fleyg í Golfkrígnum, og í 1996 var hann saman við tvíburabróðri sínum valdur til Nasa-pilot. Millum 2001 og 2011 var hann á fýra ferðum  – tveimum sum skipari, og tveimum sum missiónsleiðari – til altjóða rúmdarstøðina ISS. (Arkivfoto) - Foto: Patrick T. Fallon/Ritzau Scanpix