Ódemokratiskt stuðulshugskot

Politkarir taka ikki altíð skilabestu avgerðir, men teir hava til eina og hvørja tíð rættin at taka hesar avgerðir í einum demokratiskum samfelag. Tað eru ymsar meiningar um, hvussu skilagott tað var at geva rækjuskipunum stuðul, men eingin kann ivast í, at Løgtingið hevur fullan rætt at gera, sum tað ger, hóast fólk eru ósamd.

Stuðul er so mangt. Tað kann tulkast sum stuðul, tá føroyski skipaflotin fær rættindi í Barentshavinum, sum Landstýrið hevur forhandlað seg til. Tað er eisini stuðul, tá ein FAS skipan verður sett á stovn. Tað er stuðul at lata skattafrádrátt til ávísar bólkar. Tað er eisini eitt slag av stuðuli, tá billtetirnar á einum teini, kosta tað sama sum á øðrum rutum hjá Strandferðsluni. Landið stuðlar eisini ávísum vinnum við at hava lagt útbúginvarskipanina soleiðis til rættis, at vit hava tað slagið av skúlum, vit hava í dag. Vit hava innrættað samfelagið við øllum møguligum skipanum, tí man politiskt hevur viljað innført serskipainir og umfordeiling. Hetta er rætturin hjá Føroya Løgtingi, um man vil tað ella ei. Eingin yvir og eingin við síðirnar av.

Føroyar hevur um nakað færri stuðulsskipanir, enn nógv av teimum londum, ið vit sammeta okkum við. Stóra Bretland hevur eina ørgrynnu av íverksetataraskipanum, ES hevur risastuðul í Landbúnaðinum og øðrum vinnum. USA stúðlar bæði landbúnaði, stálídnaði og flogídnaði.

Vit kunnu øll verða samd um, at nógvar av stuðulskipanunum kunnu hava óhepnar avleiðingar fyri land og fólk, men harifrá og at skera um ein kamb og siga, at allur stuðul er skaðiligur er eitt ov langt lop.

Heimurin er nú einaferð skrúvaður soleiðis saman, at vit noyðast at laga okkum til umheimin. ES hevur til dømis tollmúrar og innflutningskvotur, sum sambært teoretiskum lærubókum er eitt tað mest oyðileggjandi fyri fríhandil. Allíkavæl hava teir hesar skipanir. Hví? Fyri at verja sítt egna. Amerikanarir stuðla fleiri vinnum. Hví? Er tað tí, at amerikanskir økonomar ikki eru líka dugnaligir og vitandi sum til dømis okkara Búskaparráð? Sjálvandi eru teir tað, men tað er nú einaferð so, at tað kunnu verða strategisk áhugamál og onnur politisk áhugamál, ið gera at júst einkultar vinnur mugu stuðlast. Føroyar má hava eina búskaparliga ráðgeving, ið tekur støði í veruleikanum, sum hann sær út, og ikki sum hann burdi sæð út á blaðsíðu 300 í einari Nationaløkonomiskari lærubók.

Í farnu viku róði formaðurin í Búskaparraðnum lítið skilagott uppundir at vit skulu skriva í Grundlógina, at ávísar vinnur ikki skulu kunna stuðlast. Hetta er eitt sera ódemokratiskt hugskot. Tað kann verða at vit eru ósamd í nógvum, ið Løgtingið ger, men vit vilja til eina og hvørja tíð verja rættin hjá Løgtinginum at taka hesar avgerðir. Tað vildi verið beinleiðis ódemokratiskt, um ein ávís økonomist teori skuldi verði løgd til grund til eina teknokratiskt dikteraða binding á okkrar demokratiskt valda ting. Slíkar bindingar skulu verða so fáar sum gjørligt, og ein grundlóg skal verða óítøkilig nokk til at vara í fleiri hundrað ár. Lat okkum fáa realitetssans innaftur í kjakið!