Demokratiskt orðaskifti í Miðlahúsinum

Eitt stúvstappað Miðlahús var í gjárkvøldið karmur um tey hálvttriðjahundrað fólkini, sum høvdu leitað sær oman at lýða á Naser Khader. Í halvantriðja tíma greiddi hann frá og svaraði spurningum um demokrati og religión. Longu ein tíma áðrenn tiltakið skuldi byrja stóðu fólk líka niðan á reinsaríið á Tórsgøtu at fáa atgongumerki til nógv umrødda Naser Khader, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum.

Tey, sum høvdu væntað sær eitt beiskt og hart orðaskifti um Føroyar, homoseksuell og særdar føroyingar, blivu vónbrotin, tí í besta demokratiska anda, snúði kvøldið seg um sakina: Um stríðið hjá Naser Khader fyri demokrati og móti religiøsari fanatismu.

Naser Khader hevur halgað lív til stríðið fyri demokratii tvørtur um mentanarlig-, landafrøðilig- og religiøs mørk. Hann er sjálvur uppvaksin í miðeystri har ófrælsið er gerandisdagur, og snúði ein góður partur av fyrilestri hansara seg um umstøðurnar hjá demokratinum í Miðeystri.

Naser kennir seg sum bæði dana og sýra, og prátaði hann eisini nógv um integratión. Eisini fall prátið á hugtøk sum skyld, æru og skomm, har vit føroyingar helst líkan muslimum meira enn dønum.

Avleiðingarnar av Muhammed kreppuni vóru eisini uppi og vendi, og sambært Naser Khader, er støðan hjá muslimum í Danmark batnað síðan kreppuna, tí fólk eru vorðin alt meira tilvitað um, at tað er eins stórur munur á muslimum, sum á dønum. So í roynd og veru fegnaðist hann um orðaskiftið og avleiðingarnar av kreppuni.

Aftaná uppleggið, sum vardi í úti við einum tíma, var orðið frítt, og fólk í salinum kundu seta spurningar. Av tí at pláss ikki var fyri øllum áhoyrarunum í salinum, vóru stórskýggjar settir upp í Hvonn og í erva í Miðlahúsinum.