Demokratiskt at sýta staðfesting

Íslendski forsetin heldur, at hann hevur ikki gjørt annað enn at halda seg til góða, evropeiska siðvenju

Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, verjir avgerð sína at sýta fyri at staðfesta Icesave-lógina við, at tað var demokratiskt. Hann sigur, at um alt Evropa eru lond, sum hava álit á sínum fólki við at brúka fólkaatkvøður, tá týðandi avgerðir skulu takast. ??-Eg havi ikki gjørt annað enn at halda eina góða evropeiska siðvenju at lata fólkið taka ta endaligu avgerðina, sigur forsetin við BBC og leggur afturat: ??-Eg helt, at tað nýggja Evropa, sum vit tosa um, snýr seg ikki bara um marknaðarnýskipanir, men eisini um demokrati og fólksins vilja. ??Ólafur Ragnar Grímsson tykist ikki vera ørkymlaður av, at Bretland og ES-nevndin hava ávarað um, at tað kann fáa avleiðingar fyri íslendsku umsóknina um ES-limaskap, um fólkaatkvøðan vrakar Icesave-lógina. ??-Kjakið við ES taka vit í komandi árum, sigur hann við BBC.