Demokratiska valdsbýtið

Oddagrein:

Tað eru nakrar fundamentalar organismur í samfelagnum, sum mótarák og menniskjalig álop ongantíð skulu hótta. Grundleggjandi valdsbýtið í vesturlendska demokratinum er ein av hesum. Menningartíðin frá gomlu tíðini í Hellas, ígjøgnum Machiavelli og fram til Montesquie, sum í okkara tíð er ímyndin av hugtakinum um tríbýtið av valdinum, hevur verið so drúgfør, og úrslitið tað frægasta vit kenna, at tað er ábyrgdin hjá øllum, at røkja fólkaræðið. Tað gerst bara við, at lóggevandi, dømandi og útinnandi valdið javnt og samt skáka hvørt annað í eini javnvág undir sterkum agatreytum.

 

Málið átti altíð at verið aktuelt og viðgjørt í fjølmiðlum og øðrum diskussiónsfora. At tað nú verður tikið upp kemst av orðaskiftinum um tíðindaskrivið, sum formaður Javnaðarfloksins á tingi hevur sent fjølmiðlunum, har hann boðar frá, at hann hevur fingið mandat frá landsstýrinum at taka málið um makrelkvotuna, sonevnda norðurkomponentin, upp við Jens Stoltenberg, á socialdemokratiskum fundi í Helsinki. Næstformaður Tjóðveldisins gevur í blaðgrein ilt av sær um mannagongdirnar í málinum. Makrelin og stríðið millum John og Tobba, sum hevur partapolitiskar undirtónar og ivaleyst er eitt klassiskt ping-pong spæl millum andstøðu og samgongu, lata vit liggja.

 

Tað áhugaverda er orðaskiftið um býtið av samfelagsvaldinum, og hvussu vatntøttu skottini ímillum tey verða røkt. Verða tey ikki tað, fáa vit annaðhvørt anarki ella despoti, onki vald og ruðuleika ella alt vald savnað á einum stað. Ítøkiliga málið er dømi um atgerð inn á skottið millum løgting og landsstýri. Útinnandi valdið letur parlamentarikara upp í hendur at fáast við eitt mál, sum í allar mátar, fult og heilt, er eitt mál fyri landsstýrið at greiða. Nógvir spurningar taka seg upp í hesum sambandi. Serliga plasering av ábyrgd, nú tá rættur og ábyrgd ikki tykjast fylgjast. Um tað skuldi hent, at parlamentarikari misbrúkar blankokekkin, mandatið, frá landsstýrinum, hvør skal tá ábyrgjast, tá tað kemur til skarpskeringar?

 

So sterkt sum demokratiið tykist vera, líka so veikt er tað, um skottini ikki áhaldandi verða hildin í seyðahøgum standi. Fellur ein súla, rapar alt sum eitt korthús. Til tess eru nógvar fyriskipanir ásettar í grundlóg, stýriskipanarlóg og øðrum lógum. Ein hending sum hendan ítøkiliga ger ikki stórvegis skaða, men tað er rætt at reagera, tá onkur fer at pilka við sjálvt fundamentið undir demokratiska vælferðarsamfelagnum.

 

Áhugavert kundi verið at frætt frá løgmanni, um hendan nýggja leiðin hjá landsstýrinum bara var ein einsamøll svala, ella um hetta er ein partur av politikkinum hjá samgonguni. Skal valdið delegerast úr Tinganesi, má eisini fáast at vita, hvussu ábyrgdin verður býtt samsvarandi. Í hvussu er hava fjølmiðlarnir tørv á at fáa tað at vita, fyri at kunna virka skilagott og sakliga.

 

Stýriskipanarnevndin er farin undir aftur virkið sítt. Í tí sambandinum hevði tað verið skilagott, at tikið mál av hesum slagi upp til veruliga viðgerð, eisini uttanfyri rómalittu veggirnar á Vaglinum.