POLITIKKUR: - Og ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur eyðnast væl, sigur Hans Jákup Hermansen, formaður í Demokratia.
Hann vísir á, at næmingar frá Tekniska skúla í Klaksvík, Suðuroyar HF- og Studentaskúla/Heilsuskúla og HF- og Studentaskúlin á Kambsdali hava havt vitjan av umboð frá Demokratiu saman við Jákupi Veyhe.
- Vitjanin á skúlunum hevur verið skipað soleiðis, at fyrst hevur umboðið fyri Demokratiu havt eina stutta framløgu um virksemið hjá Demokratiu og um javnstøðuspurningin yvirhøvur. Eftir tað hava næmingar og lærarar havt høvi til at seta spurningar. Og sigast má, at okkara ungdómur er bæði forvitin, varin og atfinningarsamur, tá ið tað snýr seg um samfelagsspurningar og samfelagsviðurskifti sum heild. Sum heild hava hesi tiltøk verið sera góð og áhugaverd, og tað eru ikki bara næmingarnir, sum hava fingið nakað at hugsa um. Umboðið fyri Demokratiu noyðist sanniliga at leggja høvur á blot fyri at svara so væl og vísiliga sum gjørligt, sigur Hans Jákup Hermansen.
At enda hevur Jákup Veyhe gjørt eitt sindur burtur úr javnstøðu- og samfelagsviðurskiftum – á sín serliga hátt – og tað er ikki keðiligt.
Frá Demokratia verður sagt, at hetta tiltakið, sum væntandi kemur til einar 7-8 aðrar miðnáms- og ungdómsskúlar afturat, hevur eyðnast væl. Serliga er áhugin millum tey ungu óvæntað stórur.
Meiri fæst at vita á: www.demokratia.fo










