Demokratia vil hava valfundir í øllum kommunum, soleiðis at øll valevni hava møguleika at koma til orðanna Í skrivi til politisku flokkarnar, kommunufeløg og kommunur sigur Demokratia, at slíkir valfundir eru harumframt eitt gott og neyðugt høvi hjá borgarunum at fáa innlit í tað, sum valevnini standa fyri og vilja arbeiða fyri, og harvið fáa eitt skikkað grundarlag fyri at velja, hvørjum tey skulu atkvøða fyri.
Nú kommunuvalið nærkast, herðist stríðið um atkvøðurnar. Bæði í bløðunum og á portalinum síggja vit valgreinar og lýsingar, har valevni geva lyfti og heita á veljarar um at fáa atkvøðuna, skrivar Demokratia.
Fyri valevni kann tað kosta nógvan pening at koma til orðanna, um einasti møguleiki er at skriva lesarabrøv í dagbløðunum ella at hava lýsingar, antin í bløðunum ella á internetinum. Hetta kann merkja, at fleiri valevni ikki hava møguleika fyri at verða hoyrd og at fáa sín boðskap út til veljararnar, sigur Demokratia í skrivinum.









